Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Tínir førleikar
Hugsa øðrvísi
Arbeiðsmarknaðurin
Finn leys størv
Ger eitt gott CV
Miðvís umsókn
Setanarsamrøða
Vegleiðingar
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari
Hugsa øðrvísi, tá tú søkir starv 

Nú hevur tú kortlagt tínar førleikar og tú hyggur eftir ymiskum starvsmøguleikum. Hevur tú umhugsað at søkt starv innan vinnugreinar, sum tú ikki fyrr hevur havt í tonkunum, at søkt starv uttanfyri nærumhvørvið ella kanska uttanlands?

 

Vit mæla til, at tú hevur starvslogg (word-skjal) fyri at halda skil á, hvørji størv tú hevur søkt, og at tú regluliga brúkar heimasíðuna hjá okkum. Her finnur tá ráð og vegleiðing um søkja starv.

Arbeiðsmarknaðurin er størri, enn tú heldur. Tak støðu til, um tú vilt flyta fyri at finna starv ella um tú vilt skifta starvsøki.

 

At flyta

  • Flytur tú, hevur tú møguleika at fáa eitt nýtt og størri netverk, nýggj vinfólk osfr.
  • Arbeiðsgevarar eru ofta sera jaliga sinnaðir mótvegis fólki, sum flyta. Hetta er eitt tekin um, at tú veruliga hevur áhuga í at fáa starvið, og at tú dugir at taka tøk.
  • Hetta kann vera ein hent roynd, um tú seinni søkir starv á tínum heimstaði.

 At skifta starvsøki

  • Tað er lættari at fáa nýtt starv, um tú longu ert á arbeiðsmarknaðinum. Tú eigur eisini at taka av starvsmøguleikum á økjum, sum eru nýggj fyri teg
  • Tú fært nýggjan kunnleika av at arbeiða á einum nýggjum starvsøki.

 Hvussu bert tú teg at fyri at finna starv?

  • Leita ‘breitt’ at byrja við.
  • Tað kann taka tíð at fáa dreymastarvið. Rokna ikki altíð við at fáa eitt starv, sum gevur tær fulla viðurkenning fyri útbúgving osfr. Minst til, at øll størv geva tær yrkisroyndir, og fjølbroyttar yrkisroyndir verða ofta virðismettar høgt av arbeiðsgevarum.
  • Tað er eitt gott hugskot at finna fleiri starvsøki ella fleiri sløg av starvi, sum tú kundi hugsað tær at starvast við.
  • Royn ymiskar kanningar her á heimasíðuni. Her fært tú ókeypis ráð og hugskot um størv, sum hóska til tíni áhugamál og um, hvør útbúgving krevst til hvat starv.
Sjálvstøðugt vinnuvirksemi
Hevur tú hugsað um møguleikan at gerast sjálvstøðugur vinnurekandi?

Tú kanst lesa meiri um hetta á heimasíðuna hjá Íverksetarahúsinum.


Um tú ert arbeiðstøku/ur, kanst  tú søkja um at sleppa á skeið, sum betra tínar møguleikar at koma aftur á arbeiðsmarknaðin.

Ávísar treytir skulu lúkast, fyri at førleikagevandi skeið verða játtað.

Umsóknarblað og treytir fært tú her (pdf-fíla).