Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Tínir førleikar
Hugsa øðrvísi
Arbeiðsmarknaðurin
Finn leys størv
Ger eitt gott CV
Miðvís umsókn
Setanarsamrøða
Vegleiðingar
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari
Tú mást vita, hvat tú dugir og kenna tínar førleikar 

Tað kann vera eitt stórt tak at finna eitt nýtt starv. Tí kann tað loysa seg at síggja tað at leita eftir starvi sum eitt starv í sjálvum sær. Ger eina kortlegging yvir tínar egnu førleikar, soleiðis at tú fært fram upplýsingar, sum tú seinni kanst brúka, bæði meðan tú leitar eftir starvi og í eini setanarsamrøðu.


Ger eina gjøgnumgongd av tínum førleikum og hugsa um hesar spurningar:


  • Hvat dugir tú?
  • Hvat vilt tú?
  • Hvat hevur tú lært undir tíni útbúgving?
  • Hvat er títt dreymastarv?
  • Hvar hevur tú hug at arbeiða?
  • Hevur tú eitt CV, sum vísir tínar førleikar og tíni ynski?  

Tað er týdningarmikið, at tú ert realistisk/ur, tá ið tú metir um tína útbúgving og tínar royndir í mun til starvið, sum tú søkir.  

Minst til real-førleikar!
Real-førleikar kunnu eisini vera millum orsøkirnar til, at tú fært starv: 

 Hvat slag av ábyrgd hevur tú havt í til dømis verkætlanum?

  • Hvønn leiklut hevur tú havt í til dømis toymum?
  • Hvat slag av uppgávum megnar tú at loysa?
  • Hvørjar framferðarhættir og arbeiðsamboð kennir tú?
  • Hevur tú nátt úrslitum, sum tú kanst vísa á?