Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Umsóknarbløð
Slóðir

starv.fo




Um starv.fo
Starv.fo er ein arbeiðsávísing á internetinum. Starv.fo er eitt tilboð til allar arbeiðstakarar við føroyskum p-tali og til allar arbeiðsgevarar við føroyskum v-tali. Tað er ókeypis at brúka starv.fo.

Allir arbeiðstakarar eru dulnevndir á starv.fo.

Arbeiðsloysisskipanin hevur ábyrgdina av starv.fo.

Hvat kann eg brúka starv.fo til?
Sum arbeiðsgevari við føroyskum v-tali kanst tú síggja CV'ini hjá arbeiðstakarum, ið eru skrásettir á starv.fo. Tú kanst eisini lýsa eftir fólki við at leggja starvslýsingar á starv.fo. Hetta er ókeypis.

Sum arbeiðsgevari, skrásettur á starv.fo, fært tú atgongd til CV'ini hjá teimum, sum eru áhugað í at finna arbeiði. Arbeiðstakarar, ið eru skrásettir á starv.fo, eru bæði fólk, sum fáa útgjald frá ALS, og fólk, sum sjálvi hava skrásett seg sum arbeiðssøkjandi uttan at hava nakað tilknýti til ALS. Tú kanst leita eftir arbeiðssøkjandi við júst teimum førleikunum, ið tú hevur tørv á.

Tú kanst eisini leggja starvslýsingar á starv.fo. Við eini starvslýsing á starv.fo søkir fyritøka tín eftir starvsfólki alt samdøgrið.

Hvussu brúki eg starv.fo?
Fyri at fáa atgongd til tænasturnar mást tú fyrst skráseta teg sum brúkara. Hetta gert tú við at undirskriva eina trúnaðarváttan, sum skal tryggja øll, ið brúka starv.fo, ímóti misnýtslu.

Tá ið ALS hevur fingið undirskrivaðu trúnaðarváttanina, verður tú gjørd/ur virkin og kanst skráseta starvslýsingar og leita eftir starvsfólki millum tey arbeiðssøkjanid, ið eru skrásett á starv.fo.

Far inn á starv.fo og les meiri.

starv.fo
"Her finnur tú títt starv ella starvið finnur teg"

starv.fo er ein portalur, har tey, ið søkja eftir arbeiði, og tey, ið leita eftir arbeiðsmegi, finna hvønn annan.

starv.fo verður umsitin av ALS.