Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Umsóknarbløð
Slóðir
Fokus
16.09.2009 | Gularótin ER betur enn pískurin
Nú er tað endiliga vísundaliga prógvað, at løn virkar betur enn revsing, tá tað ræður um at betra um effektivitetin á arbeiðsplássinum.

Tað er niðurstøðan hjá einum altjóða granskingarbólki aftaná umfatandi granskingar.

Kanningarnar vísa, at løn hevur eina røð av jaligum avleiðingum í longdini. 

Anki Udd, sum er leiðandi ráðgevi í svenska leiðarafelagnum Ledarna sigur í svenska blaðnum Dagens Nyheter:

"Eg eri ikki ovfarin av úrslitinum. Sum stjóri kemur tú nógv longur við gularótini heldur enn pískinum. Tá tú virðismetir og eggjar svarsfólkunum, verða tey meiri motiverað og samstarva betur" sigur Anki Udd. Hon sigur víðari:

"Í einum neiligum umhvørvi verða fólk bangin, og tað fær tey til at gera júst tað, sum verður kravt av teimum. Í einum jaligum umhvørvi geva tey eitt sindur eyka. Tað merkir tó ikki, at tú ikki skal tríva í møguligar trupulleikar, men tað ræður um at nýta uppbyggjandi kritikk í staðin fyri revsting."

Granskingarúrslitini eru kunngjørd í tíðarritinum Science, og m.a. tveir svenskir búskaparfrøðingar hava verið limir í granskarabólkinum.

Kelda: epn.dk
Gularótin ER betur enn pískurin16.09.2009
Starvsfólk gerast sjúk uttan rós29.01.2009