Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari
Fokus
01.11.2011 | Arbeiðsgevarin "googlar" teg
Um tú hevur søkt eitt starv, kanst tú verða nærum vís/ur í, at viðkomandi, ið hevur ábyrgd av setanini, ”googlar” teg, fyri at fáa meiri at vita um teg. Men hvat liggur á alnótini, og er tað nakað, sum tú stolt/ur kanst vísa einum arbeiðsgevara?

Nógv hugsa ikki um, hvat tey t.d. skriva á Facebook, Twitter ella á kjaktorgum ymsa staðni á alnótini. Men hugsa um, at nógv av tí, tú skrivar og gert á alnótini, er atkomuligt fyri almenninginum nógv ár fram í tíðina. Um tú t.d. er í býnum í vikuskiftinum og gleðiliga leggur allar veitslumyndirnar, eisini tær sum kunnu verða píniligar, t.d. á Facebook, er skjótt, at arbeiðsgevarin fær eina neiliga fatan av tær. Ert tú virkin á ymsum kjaktorgum, er skilagott at vera varin við, hvat tú skrivar, og hvussu tú orðar teg. Tú ynskir neyvan, at arbeiðsgevarin finnur provokerandi og ósømiligar viðmerkingar, tá hann googlar títt navn. Tú kanst eisini velja á Facebook, at einans vinir tínir skulu kunna síggja tína Facebook síðu.

Stjórin googlar teg eisini
Vandi er eisini fyri, at verandi arbeiðsgevari tín googlar teg. Er tað ávíst, ið tú ikki ynskir, at tínir starvsfelagar ella stjóri skulu síggja, hugsa teg so væl um, tá tú ferðast á alnótini. Tað er eisini vert at umhugsa, um tað er eitt gott hugskot at vera ”vinur” við stjóran á t.d. Facebook.

Kelda: blogomjob.dk
Arbeiðsgevarin "googlar" teg01.11.2011
Hetta skalt tú IKKI gera til setanarsamrøðuna25.10.2011
Fá stjóran at flenna02.09.2009
Tað er sunt at eta saman við starvsfelagunum06.07.2009
Flest kvinnur fáa "músaarm"06.06.2009
So stóran týdning hevur kropsmálið29.01.2009
Tú hittir okkum...

Tú hittir okkum á tel. 349550.

Vit svara mánad. - hósd. millum kl. 10.00 - 15.00 og fríggjadag millum kl. 10.00 - 13.00.


Hurðin er opin frá kl. 10.00 - 15.00 tó fríggjadag frá kl. 10.00 - 13.00.