Ert tú knýttur at fiskavirki í skipanini, hevur tú rætt til arbeiðsloysisstuðul
Treytir
Tíðarbundin steðgur
Útrokningargrundalagið
FV-dagar (tíðarskeið)
Stuðulin
Mest loyvda dagatal
Umsóknarbløð
Útgjaldsdagar
FV-kortið

Tíðarbundin steðgur

Tíðarbundin steðgur er at skilja sum steðgur vegna tørvandi feska rávøru ella aðrar tílíkar umstøður. Verður tú send/ur heim av øðrum orsøkum enn tørvandi feskari rávøru ella tílíkum, sum í mesta lagi varir tvær vikur, lýkur tú somuleiðis treytirnar um at fáa arbeiðsloysisstuðul um fiskavirkisskipanina. Varir steðgurin longri enn 2 vikur, fært tú ikki arbeiðsloysisstuðul longur eftir fiskavirkisskipanini.

Í sambandi við at tú fært útgoldið arbeiðsloysisstuðul, hevur tú skyldu til at vera tøk/ur sambært galdandi reglum. Tað merkir m.a., at tú ert til reiðar at taka av øllum arbeiði, sum arbeiðsávísingin hevur til tín, og sum tú hevur fakligan førleika til, tvs. at tú mást vera til reiðar at átaka tær arbeiði, sum ein arbeiðsgevari metir teg hava førleika til, seinast dagin eftir at eitt arbeiði verður ávíst tær. Í hesum sambandi eru allar Føroyar at rokna sum ein arbeiðsmarknaður, tvs. at tú mást vera til reiðar at átaka tær arbeiði allastaðni í Føroyum. Seinast dagin eftir at eitt arbeiði verður ávíst, skalt tú kunna byrja hetta arbeiðið.

Um tú noktar at taka av arbeiðstilboði uttan serliga orsøk, missir tú rættin til arbeiðsloysisstuðul í 4 vikur. Eru heilsuligar orsøkir, sum gera, at tú ikki kanst átaka tær eitt og hvørt arbeiði, skal læknaváttan vera til skjals.