Ert tú knýttur at fiskavirki í skipanini, hevur tú rætt til arbeiðsloysisstuðul
Treytir
Tíðarbundin steðgur
Útrokningargrundalagið
FV-dagar (tíðarskeið)
Stuðulin
Mest loyvda dagatal
Umsóknarbløð
Útgjaldsdagar
FV-kortið

Treytir

Fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul útgoldnan um fiskavirkisskipanina skalt tú vera arbeiðsleys/ur á fiskavirkinum, og vil hetta siga, at tú verður send/ur heim vegna tíðarbundnan steðg.

Tú verður ikki at meta sum arbeiðsleys/ur á fiskavirki, um tú:

  • ert í útbúgving í vanligu arbeiðstíðini
  • ert sjálvstøðug/ur vinnurekandi
  • hevur setanarligt tilknýti til aðrar arbeiðsgevarar meira enn 10 tímar um vikuna
  • hevur arbeitt meira enn 10 tímar um vikuna hjá øðrum arbeiðsgevarum, 8 vikur á rað
  • ikki hevur havt arbeiði á fiskavirkinum 8 vikur á rað
  • fært vanligan arbeiðsloysisstuðul