Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Tíðindabræv
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS
Tíðindi
03.04.2014 | Samstarv millum ALS og Smyril Line
Framúr góð úrslit av samstarvi millum ALS og Smyril Line

Í 2011 byrjaði samstarv millum ALS og Smyril Line, sum hevði til endamáls at geva arbeiðstøkum føroyingum møguleika fyri at fáa starv umborð á Norrönu. Samstarvið, sum nú heldur fram triðja árið á rað, er eydnast so mikið væl, at tíggjutals føroyingar eru komnir innaftur á arbeiðsmarknaðin ígjøgnum skipanina.

Arbeiðsloysið í Føroyum var komið upp á sítt hægsta í mong ár, tá ALS og Smyril Line síðst í 2011 settu seg saman at gera eina ætlan fyri, hvussu tað kundi lata seg gera at fáa føroyingar, sum stóðu uttan arbeiði, ein møguleika fyri at koma í starv umborð á Norrönu.

Leiðslan í Smyril Line ímyndaði sær, at fólkini úr ALS skuldu manna hotellpartin, sum í mong ár hevði verið mannaður av póllendingum. Tað var tá vorðið alsamt truplari at fáa arbeiðsloyvi til útlendingarnar.

Samstarvið millum ALS og Smyril Line skuldi standa sína roynd frá mars 2012 til oktober sama ár. Tað stóð ikki á at fáa mannað leysu størvini, og av teimum 155 fólkunum úr ALS, ið vóru til samrøðu, fóru umleið 50 til arbeiðis umborð tá. Somuleiðis varð skipanin roynd í fjør og í ár við góðum úrsliti, hóast tað gleðiliga síðani er hent, at arbeiðsloysið er munandi minkað.

Í ár teknaðu omanfyri 100 fólk úr ALS seg til at arbeiða fyri Smyril Line, harav umleið 70 hava verið til samrøðu. Higartil hava yvir 30 fólk verið royndartúr, og fleiri eru longu sett í starv umborð á Norrönu.

Avtalan er sett soleiðis saman, at øll arbeiðsleys hava møguleika fyri at fáa eina starvssamrøðu við Smyril Line. Samrøðan er síðani avgerandi fyri, um tann einstaki arbeiðstøki fær møguleikan fyri at royna seg umborð á einum túri frá til dømis hósdegi til mánadag. Her sleppur viðkomandi at arbeiða innan eitt ella fleiri av teimum økjum, sum finnast umborð. Tað kann vera hotellpartur, køkur, matstovupartur, reingerð, krambúð ella í móttøkuni. Eftir royndartíðina umborð, er aloftast greitt, um samstarvið millum arbeiðstakara og arbeiðsgevara er so mikið nøktandi fyri báðar partar, at starvssáttmáli kann spyrjast buruturúr.

Úrslitið av samstarvinum millum ALS og Smyril Line er ein rættilig sólskinssøga fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, tí hetta hevur gjørt, at tíggjutals arbeiðstøkir føroyingar aftur hava bitið seg fastar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta verður staðfest við at hyggja eftir samansetingini av manningini hjá Smyril Line, har eini 70 prosent av teimum, sum arbeiddu umborð fyri 4-5 árum síðani, vóru útlendingar. Tá summarsiglingin byrjar í ár, verða møguliga heilt upp í 90 prosent av størvunum umborð mannaði av føroyingum.

Smyril Line hevur ikki bara fingið góða arbeiðsmegi úr ALS. Hýrurin á Norrönu er nógv broyttur, tí samanhaldið er av tí besta. Fyrr sótu fólk mangan atskild og ótu í messuni, men nú kenna øll seg at vera í felagsskapi. Bæði føroyingar og útlendingar. Sambært Smyril Line hevur Norröna ongantíð sæð betur út enn nú. Hetta kemst fyrst og fremst av, at arbeiðið, sum gjørt verður umborð av eldhugaðum starvsfólkum, er fyrimyndarliga gott. Tí er leiðslan í felagnum sera væl nøgd við samstarvið við ALS.

Leysasøgur hava róð framundir , at tað er ALS, sum rindar lønina hjá teimum, ið fáa hýru umborð á Norrönu, og at hesi ikki fáa fulla løn. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Tað er Smyril Line, ið rindar lønina hjá teimum, sum fáa starv, og hýran tekur sjálvandi støði í teimum lønarsáttmálum, ið eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Góðu úrslitini umborð á Norrönu eru komin fyri oyruni á øðrum arbeiðsgevarum, ið hava vent sær til ALS og spurt, um tað finst tøk arbeiðsmegi til ávísar uppgávur. Sostatt er nógv, sum talar fyri, at væleydnaða skipanin er komin fyri at vera.

Um nakar ynskir at vita meira um málið, kann viðkomandi venda sær til Magna á Deild Olsen, stjóra á ALS, á tel. 299500 ella Rúna Olsen, maritim stjóra hjá Smyril Line, tel. 345900.
Skrivstovan stongd29.05.2018
Vaktarskifti á Trygdargrunninum28.03.2018
Nordjobb
Størv umborð á Norrønu30.01.2018
Upplatingartíðir um jólini21.12.2017
Jobmatch 201715.12.2017
Avgreiðslan í Saltangará11.07.2017
Skrivstovan stongd01.06.2017
Tíðindaskriv26.05.2017
Skrivstovan stongd24.04.2017
Nordjobb15.02.2017
Jobmatch 201621.12.2017
Upplatingartíðir19.12.2016
Næmingur til ALS01.09.2016
Avgreiðslan í Saltangará27.07.2016
Avgreiðslan stongd18.05.2016
Avgreiðslan stongd í Saltangará17.03.2016
Fjølsmiðjan flytur19.01.2016
Upplatingartíðir22.12.2015
Upplatingartíðir í summar16.06.2015
Avgreiðslan stongd04.06.2015
Starvslesandi á ALS03.06.2015
Avgreiðslan stongd28.05.2015
Flyta ella leita eftir arbeiði uttanlands?22.05.2015
Gongur rætta vegin hjá ALS20.05.2015
Frítíðarløn05.05.2015
Upplatingartíð 20. mars19.03.2015
Færri detta úr ALS14.01.2014
Fjølsmiðjan í januar
Skrivstovan í Saltangará06.01.2015
Avgreiðslan stongd18.12.2014
Fólk steðga styttri í ALS
Søldarfjørður07.08.2014
Summarfrí17.07.14
Avgreiðslan stongd
Barnaheimið02.06.2014
Í eplaveltuni14.05.2014
Úr starvsvenjing í fast starv11.03.2014
Takið av ALS-tilboðum10.03.2014
Ímeðan vit bíða06.03.2014
Ímeðan vit bíða26.02.2014
Ímeðan vit bíða21.01.2014
Skrivstovan stongd16.12.2013
Handverkaraskeið14.12.2014
Skrivstovan stongd03.12.2013
Næmingar á ALS08.10.2013
Nýtt stýri fyri ALS04.10.2013
Summarfrí02.07.2013
Starvslesandi á ALS24.05.2013
Seta niður epli24.05.2013
Frítíðarløn
Kunnandi fundur25.03.2013
Nýggjur stjóri settur27.02.2013
36 umsøkjarar18.02.2013
Rannvá fer víðari18.02.2013
Sveinabræv frá lívsins skúla08.02.2013
Móttøkan avlýst14.01.2013
Nýggjur stýrisformaður14.01.2013
Stjórin á ALS takkar fyri seg09.01.2013
Jólafrí 27. desember - 1. januar17.12.2012
Birkolasj á Tvøroyri12.12.2012
Johan Dahl vitjaði Vakstrarhúsið31.10.2012
Kom og planta blómuleykir30.10.2012
20-ára ritið03.09.2012
ALS-filmur02.09.2012
Ljós aftur í skúlanum í Søldarfirði22.082012
Jarðber vaksa væl í Føroyum26.07.2012
Summarfrí 23. juli - 10. aug.03.07.2012
Varðin Pelagic á Tvøroyri10.06.2012
Grundlógardagin skrivstovan stongd04.06.2012
Broytingar í ALS-lógini29.05.2012
Grønar fingrar í Sandavági21.05.2012
Samrøða við Lív Petersen16.05.2012
Vakstrarhúsið í Sandavági07.05.2012
Frítíðarløn03.05.2012
Avgreiðslan stongd flaggdagin24.04.2012
Arbeiðsgevarar í Norðoyggjum12.04.2012
Neyvari stýring av førleikamenning30.03.2012
Førleikamenning og arbeiðsmegi29.03.2012
ALS-næmingar prógv12.03.2012
Jólafrí 27. desember - 1. Januar17.12.2012
Vit eru á Facebook12.03.2012
Ráðstevna fyri kvinnur07.03.2012
ALS í Klaksvík29.02.2012
ALS á Kambsdali28.02.2012
Nordjobb18.02.2012
ALS skal manna Norrönu18.01.2012
Broytingar í ALS-skipanini09.12.2011
10. floks lærugreinir 20.10.2011
ALS setir segl18.10.2011
Nýggir lærumøguleikar...05.10.2011
Markleys útbúgving12.09.2011
Hvørjum førleikum er tørvur á? 08.09.2011
Skeið í heyst07.09.2011
Nú verður verri at goyma seg12.07.2011
Summarfrí24.06.2011
Frítíðarløn03.05.2011
Nordjobb18.02.2012
FV-skipanin nú fiskiflotin er lagdur18.01.2010
Ikki atgongd til teldu?12.01.2011
ALS-kortið fer í søguna06.01.2011
Jólafrí 27. - 31. desember20.12.2010
Arbeiðsfólk á Føroya Fiskavirking08.12.2010
Kunning til arbeiðsfólk á Fiskavirking06.12.2010
Møguligt verkfall rakar ikki skrivstovuna hjá ALS26.11.2010
Summarfrí 12.07.2010
Ársroknskapur 200927.05.2010
Kunning til arbeiðsgevarar05.05.2010
ALS sett nýggjan deildarleiðara29.04.2010
Nordjobb28.02.20101
Kunnandi fundur í Kollafirði15.02.2009
Kunnandi fundur á Eiði02.01.2010
Kunnandi fundur í Vestmanna29.01.2010
Jólafrí22.12.2009
Kunngerðir lýstar17.11.2009
Kunnandi fundur í Suðuroy10.11.2009
Fundurin í Suðuroy útsettur04.11.2009
Kunnandi fundur í Suðuroy02.11.09
80% óansæð brúkt dagatal 19.10.2009
Nýggj skeiðshøli á ALS07.10.2009
ALS sett nýggjan deildarleiðara25.09.2009
Val av nýggjum stýri fyri ALS14.09.2009
Talið av arbeiðsleysum farið uppum 100009.07.2009
Summarfrí 20. juli - 7. august29.06.2009
Ársroknskapur 200826.06.2009
ALS-lógin lýst11.06.2009
Grundlógardagin er skrivstovan stongd03.06.2009
Nýggj ALS-lóg samtykt15.05.2009
ALS tekur undir við Útivikuni12.05.2009
Tíðindafundur 20. apríl20.04.2009
Tíðindafundur 20. apríl kl. 9.1518.04.2009
Arbeiðsloysið vaks aftur í mars15.04.2009
Nordjobb19.03.2009
Tøkur og uppihalda seg í Føroyum17.03.2009
Arbeiðsloysið vaksið í februar11.03.2009
Vaksandi arbeiðsloysi03.02.2009
Nýggj høli21.01.2009
Endurskoðan av ALS-skipanini21.11.2008