Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Tíðindabræv
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS
Tíðindi
18.10.2011 | ALS setir segl
Saman við navnframa skiparanum og gastronominum Birgiri Enni sleppa ungdómar nú at snodda til sjólívið umborð á Norðlýsinum.

Birgir Enni hevur langt síðani rist navn sítt fast í minni á øllum føroyingum og talleysum útlendingum. Tey munnu vera fá, sum ikki við góðum byrði hava staðið undir spentu, myrkareyðu seglunum á Norðlýsinum og hava roynt framúr góðu fiskasúpanina hjá Birgiri. Hann hevur ferðast víða, siglt nógv og at matgera er hann knáur sum fáur. Birgir hevur borðreitt fyri høgum sum lágum, og hann hevur av sonnum sligið fast, at hjallurin er á sjónum. Birgir hevur av álvara latið eyguni á føroyingum upp fyri tí tilfeingi, sum liggur næst fyri – fiski, krabba, kræklingi, tara og hópin av øðrum sjógæti. Ja, sjálvt kokkarnir á eini av heimsins allarbestu matstovum, NOMA í Keypmannahavn leita sær til Birgir at fáa íblástur um norðurlendskar rávørur.

Nú stendur føroyskum ungdómi í boði at royna seg saman við Birgiri og hansara monnum umborð á Norðlýsinum. Arbeiðsloysisskipanin hevur gjørt avtalu við Birgir Enni um, at arbeiðsleysir ungdómar skulu fáa høvið at royna seg á einum longri túri við Norðlýsinum. Fyrsti túrurin verður nú í oktober, og hann verður eina lítla viku til longdar, og umborð fara tey at læra at rigga skipið til, læra at sigla við seglum og snodda til sjólívið. Tey fara at matgera saman við einum tí besta kokkinum í landinum – sjálvandi við fiski, sum tey sjálvi fiska og skeljadjórum, sum tey sjálvi kava eftir.

Á túrinum kring Føroyar er eisini ætlanin at vitja ymisk virkir.

Norðlýsið loysir fyrsta túrin av hesum slagi mánadagin 24. oktober, og verður tiltakið væleydnað, er ætlanin at skipa fleiri slíkar túrar.

Ernst Jacobsen, stjóri á ALS heldur, at tørvur er á slíkum øðrvísi tiltøkum fyri at hjálpa teimum ungu fram. “Arbeiðsloysi millum ung er ein serlig avbjóðing, og vit hava skyldu at gera alt tað, vit kunnu fyri at hjálpa teimum ungu á veg. Við hesum sleppa tey ungu at snodda til fleiri ymisk fak, tey læra eitt sindur um lívið á sjónum, tey læra at matgera og sleppa at royna at kava. Tað týdningarmesta av øllum er tó, at tey sleppa at bjóða sosialu avbjóðingunum av, tí luttakararnir fara at búgva umborð á Norðlýsinum saman við manningini, og tað krevur, at øll duga at taka atlit til hvønn annan og at laga seg eftir hvørjum øðrum.”

“Hetta er eitt gylt høvi at royna nýggjar avbjóðingar og at fáa einastandandi upplivingar fyri lívið, og vit á Arbeiðsloysisskipanini eru errin um at kunnu bjóða ungum fólki henda møguleika, og vit vóna, at áhugin fyri hesum átakinum verður stórur.”, sigur Ernst.

Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum, heldur, at tað er av stórum týdningi at geva ungum fólki lívsroyndir, og hann heldur, at Norðlýsið er eitt gott skip til endamálið. “Vit fara at sigla við seglum og virka mat úr sjónum og fjørðuni, og so fara vit eisini at vitja áhugaverd støð”, sigur Birgir Enni og leggur afturat, at tað verður spennandi at vera saman øll umborð á einum skipi, har hvør hevur sínar uppgávur.


Skrivstovan stongd29.05.2018
Vaktarskifti á Trygdargrunninum28.03.2018
Nordjobb
Størv umborð á Norrønu30.01.2018
Upplatingartíðir um jólini21.12.2017
Jobmatch 201715.12.2017
Avgreiðslan í Saltangará11.07.2017
Skrivstovan stongd01.06.2017
Tíðindaskriv26.05.2017
Skrivstovan stongd24.04.2017
Nordjobb15.02.2017
Jobmatch 201621.12.2017
Upplatingartíðir19.12.2016
Næmingur til ALS01.09.2016
Avgreiðslan í Saltangará27.07.2016
Avgreiðslan stongd18.05.2016
Avgreiðslan stongd í Saltangará17.03.2016
Fjølsmiðjan flytur19.01.2016
Upplatingartíðir22.12.2015
Upplatingartíðir í summar16.06.2015
Avgreiðslan stongd04.06.2015
Starvslesandi á ALS03.06.2015
Avgreiðslan stongd28.05.2015
Flyta ella leita eftir arbeiði uttanlands?22.05.2015
Gongur rætta vegin hjá ALS20.05.2015
Frítíðarløn05.05.2015
Upplatingartíð 20. mars19.03.2015
Færri detta úr ALS14.01.2014
Fjølsmiðjan í januar
Skrivstovan í Saltangará06.01.2015
Avgreiðslan stongd18.12.2014
Fólk steðga styttri í ALS
Søldarfjørður07.08.2014
Summarfrí17.07.14
Avgreiðslan stongd
Barnaheimið02.06.2014
Í eplaveltuni14.05.2014
Samstarv millum ALS og Smyril Line03.04.2014
Úr starvsvenjing í fast starv11.03.2014
Takið av ALS-tilboðum10.03.2014
Ímeðan vit bíða06.03.2014
Ímeðan vit bíða26.02.2014
Ímeðan vit bíða21.01.2014
Skrivstovan stongd16.12.2013
Handverkaraskeið14.12.2014
Skrivstovan stongd03.12.2013
Næmingar á ALS08.10.2013
Nýtt stýri fyri ALS04.10.2013
Summarfrí02.07.2013
Starvslesandi á ALS24.05.2013
Seta niður epli24.05.2013
Frítíðarløn
Kunnandi fundur25.03.2013
Nýggjur stjóri settur27.02.2013
36 umsøkjarar18.02.2013
Rannvá fer víðari18.02.2013
Sveinabræv frá lívsins skúla08.02.2013
Móttøkan avlýst14.01.2013
Nýggjur stýrisformaður14.01.2013
Stjórin á ALS takkar fyri seg09.01.2013
Jólafrí 27. desember - 1. januar17.12.2012
Birkolasj á Tvøroyri12.12.2012
Johan Dahl vitjaði Vakstrarhúsið31.10.2012
Kom og planta blómuleykir30.10.2012
20-ára ritið03.09.2012
ALS-filmur02.09.2012
Ljós aftur í skúlanum í Søldarfirði22.082012
Jarðber vaksa væl í Føroyum26.07.2012
Summarfrí 23. juli - 10. aug.03.07.2012
Varðin Pelagic á Tvøroyri10.06.2012
Grundlógardagin skrivstovan stongd04.06.2012
Broytingar í ALS-lógini29.05.2012
Grønar fingrar í Sandavági21.05.2012
Samrøða við Lív Petersen16.05.2012
Vakstrarhúsið í Sandavági07.05.2012
Frítíðarløn03.05.2012
Avgreiðslan stongd flaggdagin24.04.2012
Arbeiðsgevarar í Norðoyggjum12.04.2012
Neyvari stýring av førleikamenning30.03.2012
Førleikamenning og arbeiðsmegi29.03.2012
ALS-næmingar prógv12.03.2012
Jólafrí 27. desember - 1. Januar17.12.2012
Vit eru á Facebook12.03.2012
Ráðstevna fyri kvinnur07.03.2012
ALS í Klaksvík29.02.2012
ALS á Kambsdali28.02.2012
Nordjobb18.02.2012
ALS skal manna Norrönu18.01.2012
Broytingar í ALS-skipanini09.12.2011
10. floks lærugreinir 20.10.2011
Nýggir lærumøguleikar...05.10.2011
Markleys útbúgving12.09.2011
Hvørjum førleikum er tørvur á? 08.09.2011
Skeið í heyst07.09.2011
Nú verður verri at goyma seg12.07.2011
Summarfrí24.06.2011
Frítíðarløn03.05.2011
Nordjobb18.02.2012
FV-skipanin nú fiskiflotin er lagdur18.01.2010
Ikki atgongd til teldu?12.01.2011
ALS-kortið fer í søguna06.01.2011
Jólafrí 27. - 31. desember20.12.2010
Arbeiðsfólk á Føroya Fiskavirking08.12.2010
Kunning til arbeiðsfólk á Fiskavirking06.12.2010
Møguligt verkfall rakar ikki skrivstovuna hjá ALS26.11.2010
Summarfrí 12.07.2010
Ársroknskapur 200927.05.2010
Kunning til arbeiðsgevarar05.05.2010
ALS sett nýggjan deildarleiðara29.04.2010
Nordjobb28.02.20101
Kunnandi fundur í Kollafirði15.02.2009
Kunnandi fundur á Eiði02.01.2010
Kunnandi fundur í Vestmanna29.01.2010
Jólafrí22.12.2009
Kunngerðir lýstar17.11.2009
Kunnandi fundur í Suðuroy10.11.2009
Fundurin í Suðuroy útsettur04.11.2009
Kunnandi fundur í Suðuroy02.11.09
80% óansæð brúkt dagatal 19.10.2009
Nýggj skeiðshøli á ALS07.10.2009
ALS sett nýggjan deildarleiðara25.09.2009
Val av nýggjum stýri fyri ALS14.09.2009
Talið av arbeiðsleysum farið uppum 100009.07.2009
Summarfrí 20. juli - 7. august29.06.2009
Ársroknskapur 200826.06.2009
ALS-lógin lýst11.06.2009
Grundlógardagin er skrivstovan stongd03.06.2009
Nýggj ALS-lóg samtykt15.05.2009
ALS tekur undir við Útivikuni12.05.2009
Tíðindafundur 20. apríl20.04.2009
Tíðindafundur 20. apríl kl. 9.1518.04.2009
Arbeiðsloysið vaks aftur í mars15.04.2009
Nordjobb19.03.2009
Tøkur og uppihalda seg í Føroyum17.03.2009
Arbeiðsloysið vaksið í februar11.03.2009
Vaksandi arbeiðsloysi03.02.2009
Nýggj høli21.01.2009
Endurskoðan av ALS-skipanini21.11.2008