Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Um Fjølsmiðjuna
Dulnevnd fráboðan
Um ALS





Um Fjølsmiðjuna

Fjølsmiðjan er eitt umhvørvi hjá ALS, har arbeiðstøk koma at vera saman við øðrum - at vera virkin saman við øðrum og hava møguleika at menna sínar førleikar - bæði teir sosialu, teir menniskjaligu og teir fakligu førleikarnar.

Tey, ið koma í Fjølsmiðjuna, fáa eitt tættari samband við ALS, og tí kunnu starvsfólkini hjá ALS betri stuðla fólki at finna júst teirra dreymastarv og at koma skjótari aftur á arbeiðsmarknaðin.

Í Fjølsmiðjuni ber til at velja seg inn á eina av teimum fýra breytunum: timburbreytin, køks- og tænastubreytin, miðla- og sølubreytin og kreativa breytin. Starvið sum samskipari á kreativu breytini er sett, vit sóknast tí eftir samskiparum til hinar tríggjar breytinar. Harumframt skal tað sjálvandi vera reint og nossligt í Fjølsmiðjuni, tí hava vit tørv á einum røskum og fyrikomandi reingerðarfólki.

Hóast nógva tøkni og hópin av maskinum av ymsum sløgum, so er tað fyrst og fremst 37 gradir flógv menniskju, sum eru i  miðdeplinum, og sum virksemið í Fjølsmiðjuni snarar um. Tí er sera umráðandi, at øll starvsfólkini í Fjølsmiðjuni brenna fyri og duga at fáast við fólk. At tey umframt at vera yrkisliga væl fyri eisini hava flógar lógvar, eru tolin og duga at fara við fólki. Duga at geva sær stundir at lurta. Megna at geva íblástur, læra frá sær og vegleiða, tá tørvur er á tí.