Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Fjølsmiðjan
Arbeiðsgevari
Fjølsmiðjan


Nú hevur tú møguleika at fara til verka í nýggju hølunum hjá ALS á Tinghúsvegi 5 - Fjølsmiðjuni. Her hevur tú møguleika fyri at fáa nýggjar førleikar, uppfríska gamlar førleikar, sosiala samveru, lættari atgongd til arbeiðstilboð, atgongd til málsviðgera, kveikjara og virkisráðgeva. 

Í Fjølsmiðjuni eru í løtuni 3 breytir
  • kreativ breyt
  • timburbreyt
  • køksbreyt

Fjølsmiðjan er eitt umhvørvi hjá ALS, har arbeiðstøk koma at vera saman við øðrum. Her koma fólk at vera virkin saman við øðrum og menna sínar førleikar – bæði teir sosialu, menniskjaligu og teir fakligu førleikarnar.

Í Fjølsmiðjuni ber til at vera partur av eini av teimum trimum breytunum, og at framleiða ymiskt, sum tørvur er á, men har framleiðslan ikki er í kapping við verandi vinnuvirksemi. 

Tað verður skipað fyri ymiskum førleikagevandi skeiðum í Fjølsmiðjuni, so at fólk eisini fáa høvið at menna fakligu førleikarnar, áðrenn tey fara aftur á arbeiðsmarknaðin. Og í Fjølsmiðjuni er eisini frálæra í eitt nú at skriva umsóknir, CV og at fara til setanarsamrøðu umframt hópin av øðrum virksemi.

Á Fjølsmiðjuni verður dentur lagdur á at styrkja sosialu førleikar, at koma hvørjum øðrum við og at skapa gott arbeiðslag.

Tey, ið koma í Fjølsmiðjuna, fáa eitt tættari samband við ALS, og tí kunnu starvsfólkini hjá ALS betri stuðla fólki í at finna júst teirra dreymastarv og at koma skjótari aftur á arbeiðsmarknaðin.

Hugsjónarliga vilja vit við Fjølsmiðjuni leggja størri dent á endurnýtslu. At størri partur av øllum tí góða, sum verður beint burtur, kemur til hóldar, so at onkur fær gleði úr tí, og so at hjúklað verður um umhvørvið. 

Hóast nógva tøkni og hópin av maskinum av ymsum sløgum, so er tað fyrst og fremst 37 stig flógv menniskju, sum eru í miðdeplinum, og sum virksemið í Fjølsmiðjuni snarar um. Tí er sera umráðandi, at øll starvsfólkini í Fjølsmiðjuni brenna fyri og duga at fáast við fólk. At tey umframt at vera yrkisliga væl fyri eisini hava flógvar lógvar, eru tolin og duga at fara við fólki. Duga og geva sær stundir at lurta. Megna at geva íblástur, læra frá sær og vegleiða, tá tørvur er á tí.

Harafturat samstarva breytirnar um felags verkætlanir.