Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Galdandi lóg
Broyting frá 08.05.12
Broyting frá 17.05.11
Broyting frá 25.05.09
Kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS
Løgtingslóg
nr. 79 frá 25. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (Løgtingsmál nr. 179/2008)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 1 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
„Stk. 2. Avtala kann gerast millum avvarðandi landsstýrismann og stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina um, at Arbeiðsloysisskipanin kann taka á seg aðrar uppgávur, sum hava samband við arbeiðsmarknaðin.“

2) Aftaná § 2 verður sum nýggj áseting sett:
“§ 2a. Inntøkur og útreiðslur stovnsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.”

3) § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Roknskaparárið er álmanakkaárið. Roknskaparførslan skal fylgja ásetingunum í ársroknskaparlógini við slíkum tillagingum, ið mettar vera neyðugar, løgtingslógini um bókhaldsskyldu og kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap. Um stýrið góðkennir ásetingarnar, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð nærri reglur um roknskaparførsluna. Roknskapurin verður almannakunngjørdur.
Stk. 2. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, sum stýrið velur fyri eitt ár í senn.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin fær roknskapin frá Arbeiðsloysisskipanini.”

4) Í § 8, stk. 1, nr. 3 verður aftaná “FAS-skipanini” sett “og undir FAS-líknandi skipan, sum gevur rætt til afturbering av skatti til reiðaran.”

5) Í § 8 verður aftaná stk. 1 sett:
“Stk. 2. Tryggingartakarin kann tó ongantíð rinda meira enn kr. 6.500 um árið.
Stk. 3. Persónar, sum hava tíðaravmarkað uppihalds- og arbeiðsloyvi, kunnu eftir umsókn verða undantiknir gjaldskylduni fyri upp til eitt ár í senn. Undantøkan frá gjaldskylduni tekur við tann dagin, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn um undantøku”.

6) § 9, stk. 2 og nýtt stk 3 og verða orðað soleiðis:
“§ 9. Stk. 2. ALS-gjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum teir gjaldskyldugu rinda ella móttaka A-inntøku. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð seta aðra gjaldsfreist fyri gjaldskyldug sambært § 7, stk. 1, nr. 2. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta avgreiðslugjald fyri teir arbeiðsgevarar, sum ynskja at rinda ALS-gjald eftir rokning frá Arbeiðsloysisskipanini. Áðrenn lønin verður útgoldin løntakara, skal inngjaldið til Arbeiðsloysisskipanina avroknast.
Stk. 3. Rinda tey gjaldskyldugu ikki rættstundis, skal renta rindast við 1 % fyri hvønn byrjaðan mánað. ALS-gjøld, avgreiðslugjøld, renta og møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum kunnu krevjast inn við panting”.
Stk. 3 verður stk. 4.

7) § 12, stk. 2-3 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. ALS-gjaldið hjá sjálvstøðugt vinnurekandi og útgjaldið til sjálvstøðugt vinnurekandi, sum eru vorðin arbeiðsleys, verða, um stýrið tekur undir við ásetingunum, í kunngerð ásett av landsstýrismanninum sum fastar upphæddir.
Stk. 3. ALS-gjøld sbrt. stk. 2 kunnu krevjast inn við panting.”

8) § 12, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta nærri reglur um, hvør er sjálvstøðugur vinnurekandi, nær hin sjálvstøðugt vinnurekandi er arbeiðsleysur, herundir nær vinnuvirki hansara er hildið uppat, um inngjøld, avgreiðslugjøld og rentu fyri ov seint rindað inngjøld, hvørjar upplýsingar hin sjálvstøðugt vinnurekandi skal lata Arbeiðsloysisskipanini, nær teir skulu verða latnir, og áseta freist fyri at lata hesar upplýsingar o.l“

9) Í § 13 verður sum 2. pkt. sett:
“Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta nærri reglur um inngjald, útgjald, nær hesir persónar eru arbeiðsleysir, tøkir, o. l.”

10) § 14, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 14. Rætt til arbeiðsloysisstuðul hevur persónur frá tí degi, tá viðkomandi:
1) er arbeiðsleysur og mótvegis Arbeiðsloysisskipanini prógvar, at so er, tó í fyrsta lagi frá tí degi Arbeiðsloysisskipanin hevur móttikið skrivliga umsókn,
2) er tøkur á arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsførur at átaka sær eitthvørt fulltíðarstarv,
3) hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár,
4) hevur bústað í Føroyum og
5) ikki er sjálvstøðugt vinnurekandi sambært § 12, stk. 6.“

11) Í § 14 verður aftaná stk. 3 sum nýtt stk. sett:
„Stk. 4. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta nærri reglur um, nær ein persónur er arbeiðsleysur, er tøkur, nær hann er arbeiðsførur o. l.“

12) § 15, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 15 Útrokningargrundarlagið er móttikna A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysið er staðfest. Upp í útrokningargrundarlagið verður ikki roknað:
1) fólka- og fyritíðarpensjón,
2) aðrar skattskyldugar almannaveitingar,
3) A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, umframt undir FAS-líknandi skipanini, sum gevur rætt til afturbering av skatti til reiðaran og
4) tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. lóg um rættindi barnanna,
í tann mun, nevndu inntøkur eru undantiknar gjaldskyldu sambært § 8a.”

13) Í § 15 verður stk. 2 strikað, og stk. 3-4 verða hereftir stk. 2-3.

14) § 15, stk. 4, sum hereftir verður stk 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Hjá persóni, sum fer úr arbeiði í skúla ella í læru, sum í mesta lagi er ásett at vara 12 mánaðir, verður útrokningargrundarlagið tann í stk. 1 lýsta inntøka seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn viðkomandi fór í skúla ella í læru, um hetta er hægri enn roknaða útrokningargrundarlagið eftir stk. 1. Sama regla er galdandi hjá persóni, sum fer í vinnu uttanlands.”

15) Í § 15 verður aftaná stk. 4, sum hereftir verður stk.3, sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Útrokningargrundarlagið sbrt. stk. 1 hjá arbeiðsleysum á fiskavirkjum sbrt. § 20 verður roknað fyrstu ferð fyrsta dag í tí vikuni, tá hin arbeiðsleysi fyrstu ferð fær útgjald úr fiskavirkisskipanini. Útrokningargrundarlagið verður harumframt roknað av nýggjum tann 1. januar á hvørjum ári. Nýggja útrokningargrundarlagið kann tó ongantíð verða lægri enn tað fyrsta útrokningargrundarlagið, sbr. Stk. 1.“

16) § 16 verður orðað soleiðis:
“§ 16. Arbeiðsloysisstuðul pr. dag er 80 % fyrstu 253 útgjaldsdagarnar og hereftir 75 % av tí í § 15 nevnda útrokningargrundarlagi, býtt við 253. Útgoldið verður fyri allar dagar í árinum við undantaki av leygar-, sunnu-, og halgidøgum.
Stk. 2. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi kr. 240.000 fyrstu 253 útgjaldsdagarnar og hereftir kr. 225.000. Frádrigin hesi upphædd verða tænastumannapensjónir, umframt aðrar líknandi eftirlønir, sum verða skattaðar sum A-inntøka, tó ikki fyritíðarpensjónir. Dagligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi arbeiðsloysisstuðulin, býttur við 253. Arbeiðsloysisstuðulin um tíman er í mesta lagi hægsti dagligi arbeiðsloysisstuðul, býttur við 8.
Stk. 3. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð reglur um útgjald, herundir útgjaldsdagar, útgjaldskeið, hvørjar upplýsingar hin arbeiðsleysi skal lata Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o. l.
Stk. 4. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð um í hvønn mun hin arbeiðsleysi kann hava aðra inntøku, samstundis sum hann fær arbeiðsloysisstuðul, og hvussu stuðulin skal skerjast í mun til hesa inntøku og í mun til frítíðarløn, sum tann arbeiðsleysi fær, og nærri reglur í hesum sambandi. “

17) § 17 verður strikað.

18) § 18 verður orðað soleiðis:
“§ 18. Arbeiðsleysur, sum er burturvístur orsakað av tænastubroti, missir samstundis rættin til stuðul í 4 vikur at rokna frá tí degi, setanarliga tilknýtið hansara til arbeiðsgevaran er av. Sama er galdandi, um so er, at hin arbeiðsleysi uttan haldgóða grund hevur sagt seg úr starvi. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur um, nær talan er um haldgóða grund o. l.“

19) § 19 verður orðað soleiðis:
“§ 19. Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk noktar at taka á seg arbeiði, ávíst av arbeiðs¬ávísingini, missir rættin til stuðul í 4 vikur at rokna frá degnum eftir, at fráboðanin um arbeiðstilboðið má roknast við at vera móttikin av tí arbeiðsleysa. Um stýrið tekur undir við ásetingunum kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur fyri, nær talan er um serliga orsøk o. l.“

20) § 20, stk. 1, 3. pkt. verður orðað soleiðis:
“Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð, hvørji fiskavirki koma undir hesa reglu og undir hvørjum treytum, hvørjir persónar koma undir hesa reglu og undir hvørjum treytum, útgjald, herundir útgjaldsdagar, útgjaldskeið og um skipanina annars, herundir hvørjar upplýsingar skulu gevast Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o.l.“

21) Aftaná § 20 verður sett:
“§ 20a. Fyri fiskimenn, sum eru við fiskiskipum, sum hava veiðiloyvi sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og sum verða løgd vegna umvælingar, verður arbeiðsloysisstuðul goldin eftir 30 dagar, frá tí at skipið varð lagt, hóast setanarliga tilknýtið millum fiskimannin og reiðaríið ikki er av. Goldið verður í mesta lagi fyri 60 útgjaldsdagar. Fyri hvørjar kr. 1.000,-, sum útrokningargrundarlagið hjá fiskimanninum fer upp um upphæddina, nevnda í § 16, stk. 2, minkar útgjaldið við 0,5 prosentstigum.
Stk. 2. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð, hvørjir fiskimenn koma undir hesa reglu, og undir hvørjum treytum, hvørjar umvælingar talan skal vera um, útgjald, herundir útgjaldsdagar, útgjaldskeið, og um skipanina annars, herundir hvørjar upplýsingar skulu gevast Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar, og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o. l.”

22) 21, stk. 1 verður orðað soleiðis:
„§ 21. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð nærri reglur um útgjaldingar til fólk í farloyvi frá føstum ella støðugum starvi, herundir at útgjaldið kann vera lægri, enn ásett í § 15 og § 16, hvørjar treytir skulu setast tí, ið fer í farloyvi, og tí arbeiðsleysa, m.a. hvussu tann, ið fer í farloyvi, skal skrásetast í arbeiðsávísingini, hvussu leingi hin arbeiðsleysi skal hava fingið stuðul, umframt nærri reglur um, nær talan er um fast ella støðugt starv, o. l.”

23) 21, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Útgjald undir farloyvi skal verða givið við teirri treyt, at annað fólk, sum fær arbeiðsloysisstuðul og er tøkt í arbeiðsávísingini, verður sett í staðin í sama tíðarskeiði og í høvuðsheitum undir somu treytum.“

24) 22, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 22. Rætturin til útgjald fellur burtur, tá arbeiðsleysur í undanfarna 3-ára skeiði hevur fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan í 648 dagar.
Stk. 2. Hóast viðkomandi ikki hevur fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan í tí í §§ 18 og 19 nevnda tíðarskeiði, veður tað í §§ 18 og 19 nevnda tíðarskeiði talt við í tað í stk. 1 nevnda tíðarskeiði”.

25) § 24, stk. 1 verður sum pkt. 2 og 3 sett:
“Rætturin til fáa útgoldið stuðul eftir §§ 14 og 21 er treytaður av, at viðkomandi er skrásettur í arbeiðsávísingini. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð, í hvønn mun og undir hvørjum treytum onnur, sum ynskja tað, kunnu verða skrásett í arbeiðsávísingini.“

26) 25 verður orðað soleiðis:
„§ 25. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur um førleikagevandi tiltøk fyri arbeiðsleys, sum fáa arbeiðsloysstuðul eftir hesi lóg, herundir seta í verk skipanir við arbeiðsvenjingum hjá privatum og/ella almennum arbeiðsgevarum, umframt áseta reglur um, undir hvørjum treytum Arbeiðsloysisskipanin í sambandi við slík tiltøk endurrindar arbeiðsgevaranum tann stuðul, hin arbeiðsleysi annars hevði havt rætt til, og møguligar aðrar útreiðslur. ”

27) 26, stk. 1, verða pkt. 2 og 3 orðað soleiðis:
“Avgerðir hjá kærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu skjótast inn fyri Føroya Rætt. Freistin hjá Arbeiðsloysisskipanini at skjóta mál inn fyri Føroya Rætt er innan 6 mánaðir eru farnir frá, at Arbeiðsloysisskipanin er kunnað um avgerðina.”

28) § 26, stk. 2 verður aftaná 1. pkt. sett:
“Kærunevndin kann í serligum førum leingja freistina at geva ummæli.”

29) § 27 verður stk. 2 strikað, og stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Til umsiting og eftirlit eftir hesi lóg kann Arbeiðsloysisskipanin útvega sær allar upplýsingar frá TAKS og øðrum myndugleikum.”

30) 27, stk. 4, sum hereftir verður stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava skyldu at geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, skipanin biður um í sambandi við umsiting og eftirlit.“

31) 28, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 28. Hevur arbeiðsleysur givið Arbeiðsloysis¬skipanini skeivar upplýsingar, ella tagt um umstøður, sum hava havt týdning fyri arbeiðsloysisstuðulin, ella annars móti betri vitandi móttikið stuðul uttan at hava rætt til tess, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar frá tí arbeiðsleysa.”

32) § 28 verða aftaná stk. 2 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 3. Afturgjalding av skuld eftir stk. 1 og stk. 2 kann fara fram við mótrokning í øðrum krøvum, viðkomandi hevur mótvegis Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 4. Upphæddir, sum verða kravdar inn eftir hesi grein, fella til gjaldingar ein mánað eftir, at krav er sett fram. Krøv sambært hesi grein, umframt møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum, kunnu krevjast inn við panting.
Stk. 5. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta smámunarmark í sambandi við innkrevjing av ov nógv útgoldnum stuðli.“

33) Allastaðni í lógini um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, har tað er latin stýrinum heimild at áseta reglur í kunngerð, verður heimildin latin landsstýrismanninum, treytað av, at stýrið góðkennir ásetingarnar.

§ 2
Løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 fáa broytingarnar í § 22, stk. 1 ikki gildi fyrr enn 1. januar 2010.
Stk. 3. Fram til 1. januar 2010 verður § 22, stk. 1 orðað soleiðis:
“§ 22. Rætturin til útgjald fellur burtur, tá arbeiðsleysur í undanfarna 3-áraskeiði hevur fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan í 723 dagar.”
Stk. 4. Tey, sum eru í Arbeiðsloysisskipanini og fáa arbeiðsloysisstuðul, tá lógin kemur í gildi, fáa útroknað nýtt útrokningargrundarlag sambært § 15, og verður nýggja útrokningargrundarlagið roknað av móttiknu A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn lógin kom í gildi. Nýggja útrokningargrundarlagið kann tó ikki verða lægri enn útrokningargrundarlagið, áðrenn henda lógin kom í gildi.

§ 3
Har tað eftir lógini kunnu ásetast nærri reglur í kunngerð, verða reglur, ásettar í kunngerð við heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001, verandi í gildi til tær verða tiknar av, ella aðrar settar í staðin við heimild í hesi lóg.

Tórshavn, 25. mai 2009
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður