|
 |
|
 |
 |
 |
Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
|
|
 |
|
|
 |
Løgtingslóg
nr. 45 frá 8. mai 2012 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (Løgtingsmál nr. 155/2011)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 17. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 16, stk. 1, pkt. 1 verður orðað soleiðis:
"§ 16. Arbeiðsloysisstuðul pr. dag er 75% av tí í § 15 nevnda útrokningargrundarlagi, býtt við 253."
2) § 16, stk. 2, pkt. 1 verður orðað soleiðis:
"Stk. 2. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi kr. 210.000."
3) Eftir § 16 verður sett:
"§ 16 a. Arbeiðsloysisstuðul verður ikki goldin, fyrr enn 10 bíðidagar eru farnir. Stk. 2. Um stýrið tekur undir við tí, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta, nær og hvussu bíðidagar verða ásettir."
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Frá fyrsta útgjaldsskeiði eftir, at lógin er sett í gildi, verða øll, sum eru arbeiðsleys, og sum verða arbeiðsleys eftirfylgjandi, roknað av nýggjum samsvarandi hesi lóg.
Tórshavn, 8. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
|
|
 |
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|