Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Galdandi lóg
Broyting frá 08.05.12
Broyting frá 17.05.11
Broyting frá 25.05.09
Kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS
Løgtingslóg
nr. 46 frá 17. mai 2011 um at broyta løgtinglóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (Løgtingsmál nr. 139/2010)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 19 verður orðað soleiðis:
"§ 19. Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk noktar at taka á seg arbeiði, ávíst av arbeiðsávísingini, missir rættin til arbeiðsloysisstuðul, sbr. tó pkt. 2. Fyrstu ferð tann arbeiðsleysi noktar, sum nevnt í pkt 1, missir hann rættin til arbeiðsloysisstuðul í 4 vikur, aðru ferð í 8 vikur, triðju ferð í 12 vikur og fjórðu ferð í 6 mánaðir at rokna frá degnum eftir, at fráboðanin um arbeiðstilboðið má roknast við at vera móttikið av tí arbeiðsleysa.
Stk. 2. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur fyri, nær talan er um serliga orsøk o.l."

2) Eftir § 19 verður sett:
"§ 19 a. Um arbeiðsleysur uttan serliga orsøk ikki møtir upp til skeiðstilboð, sum hann hevur fingið bjóðað frá Arbeiðsloysisskipanini og hevur tikið av, hevur viðkomandi skyldu at endurrinda arbeiðsloysisskipanini útreiðslurnar, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur havt til skeiðið. Í tann mun tað ber til, er heimilað Arbeiðsloysisskipanini at mótrokna hesar útreiðslur í arbeiðsloysisstuðli til viðkomandi.
Stk. 2. Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk aðru ferð ikki møtir upp til skeiðstilboð, sum viðkomandi hevur fingið bjóðað frá Arbeiðsloysisskipanini og hevur tikið av, missir, umframt at endurrinda Arbeiðsloysisskipanini skeiðskostnaðin sambært stk. 1, rættin til arbeiðsloysisstuðul í fýra vikur at rokna frá degnum eftir, at Arbeiðsloysisskipanin fær kunnleika til, at viðkomandi ikki møtti upp.
Stk. 3. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur fyri, nær talan er um serliga orsøk o.l."

§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tórshavn, 17. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður