Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Fjølsmiðjan
Melda til
Arbeiðsgevari
Kom og fá grønar fingrar í Sandavági




Fá arbeiðsroyndir í vakstrarhúsinum í Sandavági

ALS veltir nú upp úr nýggjum við at geva teimum, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, nýggjar spennandi avbjóðingar við tí endamáli at fáa fólk í arbeiði aftur.

Nú kanst  tú fáa royndir við at dyrka grønmeti og kryddurtir til føroyska køkin, og vakrar blómur til føroyskar urtagarðar og vindeygakarmar.

ALS hevur leigað vakstrarhúsið í Sandavági til at framleiða eina dygdargóða rávøru, millum annað til tær matstovur, sum vilja gera eina serliga matuppliving við føroyskum rávørum.

Øll framleiðsla hjá vakstrarhúsinum verður so umhvørvismild sum til ber, og framleiðir vakstrarhúsið bara vørur, sum ikki eru í kapping við aðrar føroyskar vørur.

ALS skipar eisini fyri einari røð av førleikagevandi skeiðum fyri tey, sum fara at arbeiða í vakstrarhúsinum í Sandavagi.

Hevur hetta tín áhuga, so skunda tær og tekna teg her.

Tú fært arbeiðsloysisstuðul, meðan tú arbeiðir í vakstrarhúsinum.