Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Skeið
Skeiðshaldarar
Yvirlit yvir skeið
Neyvari stýring av førleikamenning
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari
Neyvari stýring av førleikamenning frá 1. apríl 2012


Galdandi reglur áseta, at ALS undir ávísum treytum kann undantaka arbeiðsleysum at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum í upp til 3 mánaðir í samband við útbúgvingarskeið ella líknandi og samstundis fáa arbeiðsloysisstuðul.

ALS hevur fyriskipað átøk og skeið viðvíkjandi førleikamenning – eisini í samstarvi við onnur umframt at keypt slík frá uttanhýsis veitarum. Eisini hava einstaklingar havt møguleika at søkja um skeið um førleikamenning, sum ALS hevur viðgjørt út frá eini ítøkiligari meting um skeiðið betraði um arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikarnar hjá tí einstaka.

Frá 1. apríl 2012 eru hesar fortreytir broyttar, tí ALS fer at stýra førleikamenningini meir málrættað innan verandi karmar við støði í eginleikum og førleikum hjá tí einstaka og í eftirspurninginum á arbeiðsmarknaðinum

Tað inniber, at teir fyrstu tríggjar mánaðirnar aftaná arbeiðsloysi er staðfest, skal fokus hjá tí einstaka vera innatlítandi, afturlítandi, møguleikalítandi og avklárandi í mun til at koma sær út aftur í arbeiði ella útbúgving. Harumframt verður ábyrgdin greiðari hjá tí einstaka fyri at náa settum málum í mun til ta hjálp, sum ALS kann og ynskir at veita. Hartil verða karmarnir greiðari og víðkaðir eitt vet í mun til, hvat fólk sjálvi kunnu takast við av førleikamenning, meðan arbeiðsloysið valdar.

Grundarlagið og fortreytirnar fyri førleikamening eru hesar:

  1. Endamálið við førleikamennandi skeiðum v.m. er ítøkiliga at betra um møguleikarnar hjá tí arbeiðsleysa fyri at koma aftur á arbeiðsmarknaðin ella at fara undir eina útbúgving.
  2. Førleikamennandi skeið fyriskipaði av ALS finnast á heimasíðu okkara, og her er gjørligt at melda til. Til ber ikki longur sum einstaklingur at søkja um skeið v.m., men verður tað ALS, sum stýrir, hvat verður útboðið. Sí tó punkt. 5.
  3. Arbeiðsleys mugu hava havt rætt til arbeiðsloysisstuðul í 3 mðr. og hava luttikið í øllum teim átøkum v.m., sum ALS fyriskipar, áðrenn møguleiki er at tilmelda seg til førleikamennandi skeið v.m.
  4. Arbeiðsleys fáa arbeiðsloysisstuðul, meðan tey luttaka á førleikagevandi skeiðum v.m..
  5. Tað fer framhaldandi at bera til at fara á og sjálv/ur gjalda fyri styttri førleikagevandi skeið í upp til 3 mánaðir bæði í Føroyum og uttanlands, sum betra um møguleikarnar at koma í arbeiði ella at fara undir útbugving. Í slíkum førum skal umsókn sendast til ALS um undantak fyri at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum og samstundis varðveita rættin til arbeiðsloysisstuðul.