Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Arbeiðsgevarar
Mest spurdu spurningar
Átøk
Arbeiðsgevari
Mest spurdu spurningar


Leingjan av tiðarskeiðnum
Um tú hevur søkt um starvsvejing styttri enn 5 mánaðir. Hevur tú møguleika at leinja tíðarskeiðið, tó í mesta lagi upp til 5 mánaðir. Hetta kann gerast við at boða ALS skrivliga frá.

Stytting av tíðarskeiðnum
Um tú av eini ella aðrari orsøk velur at stytta tíðarskeiðið í starvsvenjing og ynskir at koma inn aftur í ALS ella fert í annað arbeiði, skalt tú boða ALS skrivliga frá hesum.

Feria
Tann arbeiðsleysi kann ikki halda feriu, meðan hann er í starvsvenjing.

Sami arbeiðsgevari
Hevur tú verið í starvi hjá einum arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar, kanst tú ikki fara í starvsvenjing hjá hesum arbeiðsgevaranum. Men er talan um stór arbeiðspláss, s.s. Landssjúkrahúsið ella kommunurnar, er gjørligt at fara í starvsvenjing hjá sama arbeiðsgevara, tó er tað ein treyt, at talan skal verða eitt annað arbeiðspláss.