Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Arbeiðsgevarar
Mest spurdu spurningar
Átøk
Arbeiðsgevari
Starvsvenjing


1. januar 2011 kom kunngerð um starvsvenjing fyri arbeiðsleys í gildi. Skipanin gevur tí arbeiðsleysa møguleika at fara í starvsvenjing hjá einum arbeiðsgevara í upp til 5 mánaðir. Endamálið við skipanini er at geva tí arbeiðsleysa betur møguleika at koma aftur í arbeiði, við t.d. at royna nýggjar vinnur.

Høvuðsreglar:
  • persónurin, sum skal í starvsvenjing, skal vera skrásettur arbeiðsleysur í ALS
  • avtalan kann í mesta lagi vera 5 mánaðir
  • tann arbeiðsleysi fær løn sum vanligt sbrt. sáttmála/siðvenju.
  • tað er ein treyt, at tann arbeiðsleysi ikki hevur verið í starvi hjá viðkomandi arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar.
  • starvstíðin skal verða fulla tíð
  • tann arbeiðsleysi skal vera tøkur, meðan hann er í starvsvenjing, og hevur skildu at átaka sær ávíst arbeiði frá ALS, men bert í teimum førum, tá ALS ikki finnur annan persón til starvið.

Arbeiðsleysi vendir sær sjálvur til arbeiðsgevaran
Tann arbeiðsleysi skal sjalvur venda sær til arbeiðsgevaran og spyrja um arbeiði.

Nakrir arbeiðsgevarar hava vent sær til ALS, tí teir ynskja at stuðla skipanini við at seta fólk í starvsvenjing, her sær tú eitt yvirlit yvir hesar arbeiðsgevarar.

Umsókn
Serligt umsóknarblað um starvsvenjing skal úftyllast bæði av tí arbeiðsleysa og arbeiðsgevaranum og sendast til ALS. Starvsvenjingin kann ikki byrja, fyrr enn umsóknin er góðkend av ALS. Umsóknarblaðið fært tú her.

Feria
Feria kann ikki haldast í starvsvenjingartíðarskeiðnum. Um ein ynskir feriu, má hon verða hildin áðrenn ella aftaná starvsvenjingina.

Starvsvenjingin liðug og hvat so?
Tá avtalan um starvsvenjing fer úr gildi, fær tann arbeiðsleysi aftur rætt til stuðul úr ALS eftir somu reglum sum undan avtaluni. Ikki er neyðugt at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul.

Nýggj útrokning verður ikki gjørd eftir lokna starvsvenjing, tú fært tað sama í arbeiðsloysisstuðli sum áðrenn starvsvenjingina.

Dagarnir, tú ert í starvsvenjing, telja ikki við í dagatalinum, tú hevur rætt til útgjald frá ALS (648 dagar í undanfarna 4-ára skeiði).