Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?
Útgjald til fiskimenn í samband við umvæling av fiskifari


Sambært nýggju lógini um Arbeiðsloysistrygging og ávísing frá 25. mai 2009 ber nú til hjá fiskimonnum, sum eru við fiskiskipum, sum hava veiðuloyvið, og sum verða løgd vegna umvælingar, at fáa útgjald ALS:

“§ 20a. Fyri fiskimenn, sum eru við fiskiskipum, sum hava veiðiloyvi sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og sum verða løgd vegna umvælingar, verður arbeiðsloysisstuðul goldin eftir 30 dagar, frá tí at skipið varð lagt, hóast setanarliga tilknýtið millum fiskimannin og reiðaríið ikki er av. Goldið verður í mesta lagi fyri 60 útgjaldsdagar. Fyri hvørjar kr. 1.000,-, sum útrokningargrundarlagið hjá fiskimanninum fer upp um upphæddina, nevnda í § 16, stk. 2, minkar útgjaldið við 0,5 prosentstigum.”

Útgjaldið verður roknað við støði í A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar. Fyrstu 253 útgjaldsdagarnar fæst 80% av A-inntøku upp til kr. 240.000 seinastu 12 mánaðirnar.

Fyri útgjaldsdagar eftir 253 fæst 75% av A-inntøkuni seinastu 12 mánaðinar upp til kr. 240.000

Um A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar er hægri enn 240.000 kr., verður sambært §20 A-inntøkan skorið sum talvan vísir niðanfyri.

<>
 A-inntøka seinastu 12 mánaðirnar tilsamans kr 240.000    kr 300.000 kr 350.000   kr 400.000  kr 425.000 kr 440.000 
 Fyrstu 253 útgjaldsdagar            
 Útgjald fyrstu 253 útgjaldsdagar  kr 16.000  kr 14.000  kr 9.000  kr 4.000  kr 1.500  kr 0
             
 Útgjald eftir fyrstu 253 útgjaldsdagar            
 Útgjald um mánaðin  kr 15.000  kr 12.750  kr 9.000  kr 4.000  kr 1.500  kr 0


Talvan niðanfyri vísir, hvussu útgjaldið verður skorið, um A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar er hægri enn kr. 240.000