Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS
Kunngerð
nr. 19 frá 10. mars 1992 um val av stýri fyri Arbeiðsloysisskipanina og arbeiðsávísingina.


Við heimild í § 15, stk. 8 í løgtingslóg nr. 16 frá 10.03.1992 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Áðrenn landsstýrið velur stýrislimir, fáa tey feløg og stovnar, sum nevnd eru í hesi kunngerð, boð um innan ásetta freist at senda inn uppskotið til landsstýrið um valevni til stýrislimir og tiltakslimir.

§ 2. Fyri løntakarafeløgini verða 3 limir valdir soleiðis:
  1. 1 umboðandi løntakarafeløgini fyri tímalønt eftir uppskoti frá hesum feløgum: Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður, Føroya Handverkarafelag og Føroya Prentarafelag.
  2.  1 umboðandi løntakarafeløgini hjá fiski- og útróðrarmonnum eftir uppskoti frá hesum feløgum: Føroya Fiskimannafelag, Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum og Føroya Motorpassarafelag.
  3. 1 umboðandi løntakarafeløgini hjá starvsfólkum eftir uppskoti frá hesum feløgum: Starvsmannafelagnum, Tænastumannafelag Landsins, Føroya Postfelag, Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag, S & K Felagnum, Føroya Sjúkrahjálparafelag, Sjúkrasystrafelag Føroya, Dansk Apotekarassistenters Forening, Føroyskar Økonomur, Føroyskir Fysioterapeutar, Føroyskir Ergoterapeutar, Ljósmøðrafelag Føroya, Føroyskir Laborantar, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Magistarafelag Føroya, Byggifrøðingafelag Føroya, Yrkisfelag Studenta- og HF-lærara, Yngri Læknar, Føroya Lærarafelag, Verkfrøðingafelag Føroya, Teknikarafelag Føroya, Føroya Blaðmannafelag, Føroya Pedagogfelag og Felagnum av Donskum Fakfeløgum í Føroyum..

Stk. 2. Fyri arbeiðsgevarar verða 3 limir valdir soleiðis:

  1. 2 limir eftir uppskoti frá hesum feløgum: Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Reiðarafelag, Reiðarafelagið fyri Føroysk Farmaskip, Føroya Keypmannafelag, Føroya Handverksmeistarafelag og Prentsmiðjueigarafelagnum.
  2. 1 limur verður valdur eftir uppskoti frá lønar- og starvsfólkadeildini hjá Føroya Landsstýri, Føroya Kommunufelag, Tórshavnar Býráð og ríkisumboðsmanninum.

Stk. 3. 7. limurin, sum er formaður, verður valdur beinleiðis av landsstýrinum uttan uppskot frá feløgum og stovnum, sum nevnd eru í stk. 1 og 2.
Stk. 4. Feløgini, sum nevnd eru í stk. 1 og stk. 2 skulu saman við uppskoti til stýrislim senda landsstýrinum upplýsingar um limatal váttaðan av grannskoðara felagsins.

§ 3. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.