Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
ALS-dagar
ALS-kortið
Útgjaldsdagar
starv.fo-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn

Hvat er arbeiðsloysisstuðul?

Arbeiðsloysisstuðul er ein lógarfestur rættur, sum løgtingið hevur staðfest, og sum tú, sum móttakari av A-inntøku, sjálv/ur hevur verið við til at fíggja. Men sum arbeiðsleys/ur mást tú kenna treytirnar fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul, t.e. hvørji rættindi og hvørjar skyldur, tú hevur í ALS. Gert tú ikki tað, kann lættliga henda, at tú ikki fært fullan ágóða av rættindum tínum.

Arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar í Føroyum fíggja ALS, sum m.a. hevur til endamáls at veita arbeiðsloysisstuðul. Men Arbeiðsloysisskipanin skal ikki bert lofta. Skipanin skal eisini hjálpa arbeiðsleysum út aftur á arbeiðsmarknaðin skjótast til ber. Tí virkar ALS bæði sum arbeiðsávísing, samstundis sum skipanin roynir at betra møguleikarnar hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði.

ALS -gjaldið er 1% av A-inntøkuni.

Tú hittir okkum...

Tú hittir okkum á tel. 349550.

Vit svara mánad. - hósd. millum kl. 09.00 - 16.00 og fríggjadag millum kl. 09.00 - 13.30.


Hurðin er opin frá kl. 10.00 - 15.00 tó fríggjadag frá kl. 10.00 - 13.00.