Kunngerð um broyting í ALS-gjaldinum
Við heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, § 9, stk. 3, hevur stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina fyrisett:
§ 1. Tað í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, § 9, stk. 1, nevnda ALS-gjald er 2 %.
§ 2. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1999.
Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 17. desember 1998Karin Kjølbro (sign.) formaður/Allan Skaalum (sign.)