|
Kunngerð
um útgjaldsdagar í 2000
Við heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, § 16, stk. 4, hevur stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina fyrisett:
§ 1. Fyri 2000 verður arbeiðsloysisstuðul útgoldin fyri í alt 252 dagar.
Stk. 2. Umframt leygar- og sunnudagar verður ikki útgoldið fyri hesar halgidagar: Skýrisdag (20. apríl), Langafríggjadag (21. apríl), 2. páskadag (24. apríl), Dýra biðidag (19. mai), Kristi himmalsferðadag (1. juni), 2. hvítusunnudag (12. juni), Jóladag (25. desember) og 2. jóladag (26. desember).
§ 2. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 2000 og er galdandi fyri alt árið 2000.
Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 26. november 1999
Karin Kjølbro (sign.) formaður
/Allan Skaalum (sign.)
|