|
Kunngerð
um útgjaldsdagar í 1998
Við heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing,, § 16, stk. 4, hevur stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina fyrisett:
§ 1. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er sambært løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing í mesta lagi 70% av eini arbeiðaraársløn, frádrigið teimum í § 8, 1 og 2 nevndu veitingum. Dagligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagið hægsti árligi arbeiðsloysisstuðulin, býtt við øllum døgum í árinum við undantaki av leygar- sunnu- og halgidøgum.
§ 2. Fyri 1998 verður arbeiðsloysisstuðul útgoldin fyri íalt 253 dagar. Stk. 2. Umframt leygar- og sunnudagar verður ikki útgoldið fyri hesar halgidagar: Nýggjársdag (1. januar), Skírishósdag (9. apríl), Langafríggjadag (10. apríl), 2. Páskadag (13. apríl), Dýra biðidag (8. mai), Kristi Himmalsferðadag (21. mai), 2. Hvítusunnudag (1. juni), Jóladag (25. desember).
§3. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1998 og er galdandi fyri alt árið 1998.
Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 19. desember 1997
Karin Kjølbro (sign.) formaður/
Allan Skaalum (sign.)
|