Kunngerð um rætt til útgjald frá ALS, hjá persónum, sum hava havt arbeiði ella uppihald í Danmark
Samanskrivað kunngerð
Við heimild í § 14, stk. 2 í løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 1992 um ALS við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tíðarskeiðið, sum nevnt er í § 14, stk. 1, tá tryggingartakari kann fáa útgjald, verður sett til 798 dagr í einum 5 ára skeiði.
§ 2. Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1997. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 111 frá 4. juli 1995 um tíðarskeiðið ein kann fáa tryggingarútgajld hjá ALS.
§ 3. Henda kunngerð fer úr gildi 30. juni 1997.