 |
 |
Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
|
|
 |
Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
|
|
 |
|
|
 |
|
Mest spurdu spurningar

Við at klikkja við músini á ein av spurningunum niðanfyri fært tú svarið.
|
|
 |
| Nær fái eg útgjald?
| Nær fái eg útgjald? | | Tú fært útgjald frá tí degi, ALS hevur móttikið eina skrivliga fráboðan frá tær um, at tú er arbeiðsleys/ur og tøk/ur á arbeiðsmarknaðiðnum. Ymisk skjalprógv skulu eisini fyriliggja, til dømis ein uppsøgn.
|
| | Skal eg innseta arbeiðstímarnar hesu ferð, eg vátti arbeiðsloysi, tá ið lønin ikki verður útgoldin fyrr enn í næstu viku?
| | Hvørjar treytir skal eg lúka fyri at kunna fáa ALS-farloyvi?
| Hvørjar treytir skal eg lúka fyri at kunna fáa ALS-farloyvi? | | Bert tann, ið hevur fast starv, kann søkja um farloyvi. Tú skalt í minsta lagi hava fingið 70 prosent av FA/FAG-sáttmálalønini tólv teir seinastu mánaðirnar, áðrenn farloyvið skal byrja. Harafturat skal ein avloysari finnast og setast í títt starv. Avloysarin skal hava verið arbeiðsleys/ur og fingið ALS-stuðul tríggjar teir seinastu mánaðirnar, áðrenn farloyvið byrjar. Arbeiðsgevarin skal góðkenna farloyvið og avloysaran.
|
| | Hvussu skal eg bera meg at, tá eg flyti úr donskum a-kassa í ALS?
| Hvussu skal eg bera meg at, tá eg flyti úr donskum a-kassa í ALS? | | Áðrenn tú kemur/flytir til Føroya, skalt tú biðja tín danska a-kassa um eina limaskapsváttan. Hendan váttanin skal latast ALS saman við lønarseðlum fyri 12 teir seinastu mánaðirnar, ið tú hevur verið í arbeiði. Hevur tú fingið dagpengar útgoldnar frá danska a-kassanum, skalt tú biðja a-kassan um útskriftir yvir útgoldnar vikur í Danmark. Hesar verða mótroknaðar í ALS-tíðarskeiðinum, sum vóru tær brúktar í Føroyum. Tá tú ert komin ella flutt/ur til Føroya, skalt tú lata ALS eitt umsóknarblað, sum tú fært frá ALS. Hevur tú búð í Danamark í meira enn 12 mánaðir og ikki verið tryggjað/ur móti arbeiðsloysi, hevur tú ikki rætt til ALS-útgjald.
|
| | Hvussu skal eg bera meg at, tá eg flyti úr ALS í danskan a-kassa?
| Hvussu skal eg bera meg at, tá eg flyti úr ALS í danskan a-kassa? | | Einar tríggjar vikur, áðrenn tú fert av landinum, skalt tú venda tær til ALS og biðja um eina N 301 váttan. Hetta er skjalprógv um limaskap í ALS. ALS sendir tær síðani eitt spurnarblað, har tú skalt skriva, hvat tú hevur gjørt seinastu árini (arbeiði, skúli, farloyvi o.s.v.). Tá ALS fær hetta spurnarblaðið aftur, verður kannað, um arbeiðið, sum upplýst er á spurnarblaðnum, samsvarar við lønarútgjaldingarnar gjøgnum Taks, og um rætt ALS-gjald er goldið. Er alt hetta í lagi, verður N 301 váttanin gjørd og send tær saman við útskriftum frá Toll- og Skattastovuni. N 301 váttanin og útskriftirnar frá Taks skulu latast danska a-kassanum saman við lønarseðlum frá arbeiðsgevara/atbeiðsgevarum í seinasta lagi átta vikur eftir, at tú ikki longur ert umfatað/ur av ALS. Lønarseðlarnir skulu í minsta lagi skjalprógva 2080 arbeiðstímar trý tey seinastu árini.
|
| |
|
 |
|
 |
|
|
|
|
|
Spyr okkum
|
|
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit eru altíð fús at hjálpa.
Tú hittir okkum á tel. 349550
|
|
 |
|
|