"eri ikki arbeiðstøk/ur í løtuni"
Setur tú kross í henda teig, ert tú ikki arbeiðstøk/ur í løtuni. Um so er, skalt tú fylla út teigin "Onnur frá-boðan" á baksíðuni.
Tú hevur rætt til útgjald til tann dag, tú ikki ert arbeiðstøk/ur longur. Tí mást tú á ALS-kortinum eisini seta kross í teig 1, um tú ikki hevur arbeitt, ella í teig 2, um tú hevur arbeitt í tíðarskeiðnum.