Um tú sigur nei til ávíst arbeiði Um tú móttekur arbeiðsloysisstuðul frá ALS og sigur nei til ávíst arbeiði, verður tú steðgað/ur í skipanini, og biðin um at senda ALS eina frágreiðing um orsøkina til ikki at taka av arbeiðinum. ALS ger so av, um tú hevur haldgóða grund til at siga nei. Hetta kann til dømis verða orsakað av sjúku, og so krevst læknaváttan. Ein onnur avleiðing av at siga nei til ávíst arbeiði er karentena, tað vil siga, at tú missir rættin til arbeiðsloysisstuðul í 4 vikur. Støða verður eisini tikin til, um tú ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum ella ei. Um mett verður, at tú ikki ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum, verður tú koyrd/ur úr skipanini. Arbeiðssøkjandi uttan útgjald