|
|
 |
|
|
 |
 |
 |
Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
|
|
 |
|
|
 |
Hvussu nógv - og hvussu leingi?
Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysið varð staðfest. Hetta er tað, sum á fakmáli verður rópt útrokningargrundarlagið. Mesta útgjaldið er 75% av móttiknu A-inntøkuni tó í mesta lagi 17.500 kr. um mánaðin Útrokningargrundarlagið broytist ikki, so leingi tú ert inni í skipanini.
Fert tú hinvegin úr ALS og kemur innaftur í skipanina, kann tað ávirka útgjaldið, tí útgjaldið verður sum sagt altíð roknað eftir inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysi verður staðfest. Er minni enn eitt ár, síðani tú seinast vart í skipanini, varðveitir tú tó útrokningargrundarlagið frá seinast, um hetta var hægri.
Arbeiðsloysisstuðul kann í mesta lagi verða útgoldin í 648 dagar í einum 3 ára skeiði. Eftir hetta steðgar útgjaldið, og tú hevur ongan rætt til arbeiðsloyisstuðul teir næstu 24 mánaðirnar. Eftir hetta kanst tú koma inn aftur í skipanina - eftir somu treytum, sum tey, ið søkja um arbeiðsloysisstuðul fyri fyrstu ferð.
|
|
 |
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|