|
|
 |
|
|
 |
 |
 |
Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
|
|
 |
|
|
 |
Vátta arbeiðsloysi og starv.fo-kalendarin
Øll, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, skulu vátta arbeiðsloysi her. Vegleiðing um, hvussu tú váttar arbeiðsloysi, finst her. Tá ið tú ert komin í ALS, fært tú eitt bræv sendandi frá okkum. Í brævinum er upplýst brúkaranavn og loyniorð, sum skal brúkast, tá ið tú váttar arbeiðsloysi.
Við at vátta arbeiðsloysi váttar tú støðu tína á arbeiðsmarknaðinum í einum undanfarnum 14 daga skeiði - eitt nú um tú hevur havt nakra lønarinntøku hesa tíðina. Upplýsingarnar verða nýttar at rokna út, hvussu nógvan arbeiðsloysisstuðul tú skalt hava fyri 14 daga útgjaldsskeiðið.
Tú váttar arbeiðsloysi aðruhvørja viku, sí ALS-vikurnar í starv.fo-kalendaranum her. ALS-vikan byrjar mánamorgun (kl. 0.00) og endar fríggjadag kl. 12.00. Í kalendaranum sært tú allar ALS-vikurnar og útgjaldsdagarnar í árinum.
|
|
 |
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|