|
|
 |
|
|
 |
 |
 |
Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
|
|
 |
|
|
 |
Umsókn og váttanir
Fyri at fáa stuðul skalt tú fylla út eina umsókn um arbeiðsloysisstuðul. Umsóknin fæst her og á skrivstovuni hjá ALS. Upplýsingarnar í umsóknini eru við til at staðfesta, um tú hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul og verða nýttar sum grundarlag at ávísa tær annað arbeiði.
Í umsóknini sigur tú t.d. frá, hvørjar arbeiðsroyndir og hvørja útbúgving tú hevur, og hvat arbeiði, tú kundi hugsað tær. Fylgiskjøl skulu leggjast við umsóknini sum vátta, um tú ert søgd/sagdur úr starvi ella sjálv/ur hevur sagt upp - t.v.s. avrit av uppsøgn til ella frá arbeiðsgevara. ALS útvegar upplýsingarnar um tíni inntøkuviðurskifti frá Taks.
Tað er umráðandi, at umsóknin um arbeiðsloysisstuðul og fylgiskjøl eru í lagi. Vanta upplýsingar og skjøl, fært tú boð frá ALS um hetta. ALS kann loyva eini 14 daga freist at útvega próvførslu. Hevur ALS einki frætt frá tær, tá freistin er úti, fellur umsóknin um arbeiðsloysisstuðul burtur.
|
|
 |
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|