Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Skráseting
Arbeiðstilboð
Umsóknarbløð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Skeið
Skeiðshaldarar
Yvirlit yvir skeið
Summarstarv
Arbeiðsgevari

Skeið fyri arbeiðstøk

Sum arbeiðstøk/ur kanst tú søkja um at luttaka á skeiðum, sum eru førleikagevandi og sum betra tínar møguleikar at koma aftur til arbeiðis.

Á yvirlitinum til høgru sært tú, hvørji skeið ALS í løtuni skipar fyri.

Hvussu?
Send okkum eina umsókn um at sleppa á skeið. Umsóknarblaðið finnur tú her.

Ring til ALS, tel 34 95 50, ella send ein teldupost til als@als.fo, og fá meiri at vita um møguleikarnar hjá arbeiðstøkum at luttaka á førleikagevandi skeiðum.

Treytir
Fyri at ALS skal rinda skeiðið, skalt tú hava havt rætt til arbeiðsloysisstuðul seinastu 4 mánaðirnar, áðrenn skeiðið byrjar, og ALS skal góðkenna skeiðið sum førleikagevandi. Skeiðið skal betra tínar møguleikar at koma aftur á arbeiðsmarknaðin. Tú fært arbeiðsloysisstuðul, meðan tú ert á skeið.

Um tú ikki hevur havt rætt til arbeiðsloysisstuðul í 4 mánaðir, áðrenn skeiðið byrjar, ber til at søkja um at varðveita ALS-stuðulin, meðan tú ert á skeiði. So rindar tú sjálv/ur allar útreiðslur, ið standast av skeiðnum.

Umsókn um skeið
Áðrenn tú kanst fara á eitt skeið, er neyðugt at útfylla eitt umsóknarblað og senda arbeiðsávísingini.

Umsóknarblaðið finnur tú her.
Yvirlit yvir skeið

  1-20