|
|
 |
|
|
 |
 |
 |
Ert tú knýttur at fiskavirki í skipanini, hevur tú rætt til arbeiðsloysisstuðul
|
|
 |
|
|
 |
Stuðulin verður roknaður hvørja viku sær
Sjálvt um útgjaldsskeiðini fevna um tvær vikur, verður stuðulin roknaður fyri hvørja viku sær. Arbeiðsleys á fiskavirkjum fáa arbeiðsloysisstuðul roknaðan eina ferð um vikuna, frá og við 9. arbeiðsloysistíma. Hetta hevur við sær, at tað í mesta lagi ber til at fáa arbeiðsloysisstuðul í 32 tímar, svarandi til 4 dagar um vikuna. Hevur tú avtalu við fiskavirkið um at arbeiða niðursetta tíð ella tú arbeiðir á einum fiskavirki, sum ikki er fevnt av fiskavirkisskipanini fulla tíð, fært tú arbeiðsloysisstuðul samsvarandi hesum.
Dømi um hvussu stuðulin verður útroknaður um ein persónur, arbeiðir hálva tíð fyri sáttmálaløn, og ikki hevur aðra inntøku:
| Arbeiddir tímar í vikuni
| 10
tímar
| | Mesta tímatal frá ALS (svarandi til 50% av 32 tímum) | 16
tímar
| | Tímar útgoldnir frá ALS
| 6
tímar |
|
|
 |
|
 |
|
|
|
|
|
Nær verður stuðulin útgoldin?
|
|
Vanliga verður stuðulin útgoldin annanhvønn fríggjadag.
Útgjaldið verður flutt á kontu í peningastovnunum.
Her
sært tú, nær næsti útgjaldsdagur verður.
|
|
 |
|
|
|
|
|
|
|