|
|
 |
|
|
 |
 |
 |
Ert tú knýttur at fiskavirki í skipanini, hevur tú rætt til arbeiðsloysisstuðul
|
|
 |
|
|
 |
Útrokningargrundarlagið
Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir lønarinntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn tú fyrstu ferð hevur rætt til útgjald eftir fiskavirkisskipanini. Hetta verður nevnt útrokningargrundarlagið.
Arbeiðsloysisstuðulin er 75% av útrokningargrundarlagnum, tó í mesta lagi 17.500 kr. um mánaðin. Útrokningargrundarlagið verður roknað av nýggjum tann 1. januar á hvørjum ári. Nýggja útrokningargrundarlagið kann tó ongantíð verða lægri enn tað fyrsta útrokningargrundarlagið.
Kemur tú harafturímóti aftur í fiskavirkisskipanina eftir at hava verið útmeldað/ur úr skipanini, kann tað hava ávirkan á útgjaldið. Hetta hendir, tí at útgjaldið altíð verður roknað út eftir inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn tú fyrstu ferð hevur rætt til útgjald eftir fiskavirkisskipanini. Er tað minni enn 1 ár síðani tú seinast fekk útgjald frá ALS, tað verið seg eftir fiskavirkisskipanini ella vanligu skipanini, verður seinast nýtta útrokningargrundarlag nýtt, um so er, at tað er hægri enn tað nýggja.
|
|
 |
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|