Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Umsóknarbløð
Slóðir

Hvussu fái eg arbeiðsfólk?

  

Hevur tú brúk fyri fólki, kanst tú seta teg í samband við arbeiðsávísingina, ið altíð er fús at hjálpa. Mannagongdin er henda:

  1. Arbeiðsávísingin hevur eitt serligt oyðublað til endamálið
  2. Á oyðublaðnum letur tú upplýsingar um arbeiðið, førleikakrøv osfr; síðani skalt tú  undirskriva og vátta, at øll skjøl, sum ávísingin útflýggjar tær, verða viðgjørd í trúnaði og burturbeind, eftir at tey eru brúkt.
  3. Arbeiðsávísingin kannar síðani, hvørji fólk eru tøk innan júst hetta økið. Tú fært síðani CV hjá fólki, ið samsvara við fyrispurningin.
  4. Tú boðar arbeiðsávísingini síðani frá, hvørji fólk tú ynskir samband við, og hesi fólk fáa boð frá arbeiðsávísingini um at seta seg í samband við teg.
  5. Tá tú hevur tikið avgerð um, hvørja fólk verða sett, boðar tú arbeiðsávísingini frá hesum.


Í góðari tíð
Tað kann takað nakað av tíð at finna rætta fólkið, tí er umráðandi, at tú, tá tær vantar arbeiðsmegi, setir teg í samband við ávísingina í góðari tíð.
starv.fo
"Her finnur tú títt starv ella starvið finnur teg"

starv.fo er ein portalur, har tey, ið søkja eftir arbeiði, og tey, ið leita eftir arbeiðsmegi, finna hvønn annan.

starv.fo verður umsitin av ALS.