|
|
 |
|
|
 |
 |
 |
Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
|
|
 |
|
|
 |
|
Fokus
|
 |
 | | | 01.11.2011 | Arbeiðsgevarin "googlar" teg | Um tú hevur søkt eitt starv, kanst tú verða nærum vís/ur í, at viðkomandi, ið hevur ábyrgd av setanini, ”googlar” teg, fyri at fáa meiri at vita um teg. Men hvat liggur á alnótini, og er tað nakað, sum tú stolt/ur kanst vísa einum arbeiðsgevara?
Nógv hugsa ikki um, hvat tey t.d. skriva á Facebook, Twitter ella á kjaktorgum ymsa staðni á alnótini. Men hugsa um, at nógv av tí, tú skrivar og gert á alnótini, er atkomuligt fyri almenninginum nógv ár fram í tíðina. Um tú t.d. er í býnum í vikuskiftinum og gleðiliga leggur allar veitslumyndirnar, eisini tær sum kunnu verða píniligar, t.d. á Facebook, er skjótt, at arbeiðsgevarin fær eina neiliga fatan av tær. Ert tú virkin á ymsum kjaktorgum, er skilagott at vera varin við, hvat tú skrivar, og hvussu tú orðar teg. Tú ynskir neyvan, at arbeiðsgevarin finnur provokerandi og ósømiligar viðmerkingar, tá hann googlar títt navn. Tú kanst eisini velja á Facebook, at einans vinir tínir skulu kunna síggja tína Facebook síðu.
Stjórin googlar teg eisini
Vandi er eisini fyri, at verandi arbeiðsgevari tín googlar teg. Er tað ávíst, ið tú ikki ynskir, at tínir starvsfelagar ella stjóri skulu síggja, hugsa teg so væl um, tá tú ferðast á alnótini. Tað er eisini vert at umhugsa, um tað er eitt gott hugskot at vera ”vinur” við stjóran á t.d. Facebook.
Kelda: blogomjob.dk
| | | | | Arbeiðsgevarin "googlar" teg01.11.2011 | | Hetta skalt tú IKKI gera til setanarsamrøðuna25.10.2011 | | Fá stjóran at flenna02.09.2009 | | Tað er sunt at eta saman við starvsfelagunum06.07.2009 | | Flest kvinnur fáa "músaarm"06.06.2009 | | So stóran týdning hevur kropsmálið29.01.2009 |
|
|
 |
|
|
|
|
|
Tú hittir okkum...
|
|
Tú hittir okkum á tel. 349550.
Vit svara mánad. - hósd. millum kl. 10.00 - 15.00 og fríggjadag millum kl. 10.00 - 13.00.
Hurðin er opin frá kl. 10.00 - 15.00 tó fríggjadag frá kl. 10.00 - 13.00.
|
|
|
 |
|
|
|
|
|
|
|