|
|
 |
|
|
 |
 |
 |
Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
|
|
 |
|
|
 |
Hvat er arbeiðsávísingin?
Arbeiðssøkjandi Ert tú arbeiðssøkjandi, hevur arbeiðsávísingin nógv at bjóða tær.
Tú kanst skráseta teg við tínum førleikum á starv.fo Her á heimasíðuni kanst tú fáa ymisk ráð og vegleiðingar um m.a., hvussu tú skalt bera teg at, tá tú søkir størv, og tá tú skalt til eina setanarsamrøðu.
Ert tú arbeiðsleys/ur, kanst tú koma til eina samrøðu við ein málsviðgera og m.a. fáa vegleiðing um, hvussu tú søkir arbeiði. Eisini hevur tú møguleika fyri at sleppa á ymisk førleikagevandi skeið.
Klikk á leinkjurnar vinstrumegin og les meiri.
Arbeiðsgevari Arbeiðsávísingin hevur eisini nógv at bjóða arbeiðsgevarum.
Hevur tú tørv á arbeiðsmegi, kanst tú skráseta eina lýsing á starv.fo. Men arbeiðsávísingin kann eisini hjálpa tær við at finna tað rætta starvsfólkið. Her á heimasíðuni kanst tú eisini fáa ymisk ráð og vegleiðingar um t.d. hvussu tú skrivar ein góða starvslýsing, og hvussu tú hevur eina góða starvssamrøðu.
Klikk á leinkjurnar vinstrumegin og les meiri. |
|
 |
|
 |
|
|
|
|
|
Tú hittir okkum...
|
Tú hittir okkum á tel. 349550.
Opið er mánad. - hósd. millum kl. 10.00 - 15.00 og fríggjadag millum kl. 10.00 - 13.00.
|
|
 |
|
|
|
|
|
|
|