Búnaðargrunnurin og ALS hava gjørt avtalu um, at ALS í fyribils eitt ár fer at leiga vakstrarhúsið í Sandavági, har ætlanin er at framleiða blómur og grønmeti.
Tað er ein sannroynd, at talið av fólki, sum einki arbeiði hevur er alt ov høgt, og Í avbjóðandi tíðum er neyðugt at hugsa øðrvísi og at ganga nýggjar leiðir Í eini roynd at hjálpa hesum fólkum aftur til verka, hevur ALS leigað Vakstrarhúsið í Sandavági.
Við vakstrarhúsinum fær ALS eitt umhvørvi, har fólk, sum í løtuni einki arbeiði hava kunnu sleppa til verka. Tey fáa høvið at vinna sær virðismiklar arbeiðsroyndir, samstundis sum tey sleppa at hvessa sær førleikarnar, og royndir vísa eisini, at tað er lættari at fáa eitt nýtt arbeiði, um ein er í starvi frammanundan, heldur enn um ein ikki er á arbeiðsmarknaðinum.
Vistfrøðiligar lokalar rávørur
Eitt rák, sum hevur vunnið frama í seinastuni, er, at matstovur í vaksandi mun eru farnar at borðreiða við lokalum rávørum. Besta dømið um tað her á leiðum man vera heimskenda matstovan NOMA í Keypmannahavn, sum við eini matarskrá við íblástri frá millum øðrum føroyskum rávørum hevur vunnið sær fleiri Michelin-stjørnur og sum fyri kortum varð skurd heimsins besta matstova triðja árið á rað.
Eisini her heima hjá okkum spírar. Á matstovuni KOKS á Hotel Føroyum ganda tey eisini við alskyns spennandi rættum, og áhugin hjá teimum fyri lokalum rávørum er eisini stórur. Tí hevur Leif Sørensen, kokkur á KOKS eisini veitt íblástur til verkætlanina í Sandavági.
Í eini roynd at stuðla undir vaksandi áhuganum fyri lokalum rávørum er ætlanin at fara undir veruliga framleiðslu av blómum og grønmeti í vakstrarhúsinum í Sandavági. Ætlanin er at skipa framleiðsluna í tøttum samstarvi við Búnaðarstovuna í Kollafirði, Skógrøkt Landsins og við tey, sum fara at keypa framleiðsluna frá Vakstrarhúsinum. Stórur dentur verður lagdur á at øll framleiðsla verður so vistfrøðilig og umhvørvisvinarlig sum til ber.
Umframt ítøkiligu framleiðsluna, sum ikki er í kapping við verandi vinnulív, so er høvuðsendamálið, at hjálpa fólki, sum ikki hava arbeiði til verka. Við hesum átakinum verða tað fleiri, sum sleppa framat at avrika og at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag.
Ætlanin er at sameina virksemið í Vakstrarhúsinum við eina teggju av førleikagevandi skeiðum, so at fyritreytirnar hjá starvsfólkunum at koma fram á leið við sínum arbeiðsætlanum batna.
Á ALS eru vit spent um hetta nýggja átakið, sum verður tað fyrsta í eini røð av líknandi átøkum, sum ítøkiliga stuðla undir hugsjónina hjá ALS um, at tað ikki skulu vera nakrar tómar hendur – at øll eiga at hava møguleikan at sleppa til arbeiðis ella at útbúgva seg.
“Vit á ALS eru fegin um samstarvið við Búnaðargrunnin, Búnaðarstovuna og Skógrøkt Landsins, sum er ein avgerandi fyritreyt fyri, at hetta ber til”, sigur Ernst Jacobsen, stjóri á ALS.
Eisini Jóhan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum fegnast um átakið. ”Hetta er eitt áhugavert og ótraditionelt tiltak, sum kann gera tað lættari hjá arbeiðsleysum at fóta sær aftur á arbeiðsmarknaðinum.”, sigur hann.
Lív Petersen, sum er útbúgvin framleiðslugartnari, og sum í fleiri umførum hevur starvast í vakstrarhúsinum, er sett í starv at samskipa dagliga virksemið.
Ernst Jacobsen, stjóri á ALS, og Sjúrður Knudsen, stjóri í Búnaðargrunninum, fegnast um samstarvið um Vakstrarhúsið í Sandavagi.