 |
|
| 30.03.2012 | Neyvari stýring av førleikamenning |
Galdandi reglur áseta, at ALS undir ávísum treytum kann undantaka arbeiðsleysum at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum í upp til 3 mánaðir í samband við útbúgvingarskeið ella líknandi og samstundis fáa arbeiðsloysisstuðul.
ALS hevur fyriskipað átøk og skeið viðvíkjandi førleikamenning – eisini í samstarvi við onnur umframt at keypt slík frá uttanhýsis veitarum. Eisini hava einstaklingar havt møguleika at søkja um skeið um førleikamenning, sum ALS hevur viðgjørt út frá eini ítøkiligari meting um skeiðið betraði um arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikarnar hjá tí einstaka.
Frá 1. apríl 2012 eru hesar fortreytir broyttar, tí ALS fer at stýra førleikamenningini meir málrættað innan verandi karmar við støði í eginleikum og førleikum hjá tí einstaka og í eftirspurninginum á arbeiðsmarknaðinum
Tað inniber, at teir fyrstu tríggjar mánaðirnar aftaná arbeiðsloysi er staðfest, skal fokus hjá tí einstaka vera innatlítandi, afturlítandi, møguleikalítandi og avklárandi í mun til at koma sær út aftur í arbeiði ella útbúgving. Harumframt verður ábyrgdin greiðari hjá tí einstaka fyri at náa settum málum í mun til ta hjálp, sum ALS kann og ynskir at veita. Hartil verða karmarnir greiðari og víðkaðir eitt vet í mun til, hvat fólk sjálvi kunnu takast við av førleikamenning, meðan arbeiðsloysið valdar.
Grundarlagið og fortreytirnar fyri førleikamening eru hesar:
- Endamálið við førleikamennandi skeiðum v.m. er ítøkiliga at betra um møguleikarnar hjá tí arbeiðsleysa fyri at koma aftur á arbeiðsmarknaðin ella at fara undir eina útbúgving.
- Førleikamennandi skeið fyriskipaði av ALS finnast á heimasíðu okkara, og her er gjørligt at melda til. Til ber ikki longur sum einstaklingur at søkja um skeið v.m. men verður tað ALS, sum stýrir hvat verður útboðið. Sí tó punkt. 5.
- Arbeiðsleys mugu hava havt rætt til arbeiðsloysisstuðul í 3 mðr. og hava luttikið í øllum teim átøkum v.m., sum ALS fyriskipar, áðrenn møguleiki er at tilmelda seg til førleikamennandi skeið v.m.
- Arbeiðsleys fáa arbeiðsloysisstuðul, meðan tey luttaka á førleikagevandi skeiðum v.m..
- Tað fer framhaldandi at bera til at fara á og sjálv/ur gjalda fyri styttri førleikagevandi skeið í upp til 3 mánaðir bæði í Føroyum og uttanlands, sum betra um møguleikarnar at koma í arbeiði ella at fara undir útbugving. Í slíkum førum skal umsókn sendast til ALS um undantak fyri at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum og samstundis varðveita rættin til arbeiðsloysisstuðul.
|
|
|
|
| Frítíðarløn |
| Kunnandi fundur25.03.2013 |
| Nýggjur stjóri settur27.02.2013 |
| 36 umsøkjarar18.02.2013 |
| Rannvá fer víðari18.02.2013 |
| Sveinabræv frá lívsins skúla08.02.2013 |
| Móttøkan avlýst14.01.2013 |
| Nýggjur stýrisformaður14.01.2013 |
| Stjórin á ALS takkar fyri seg09.01.2013 |
| Jólafrí 27. desember - 1. januar17.12.2012 |
| Birkolasj á Tvøroyri12.12.2012 |
| Johan Dahl vitjaði Vakstrarhúsið31.10.2012 |
| Kom og planta blómuleykir30.10.2012 |
| 20-ára ritið03.09.2012 |
| ALS-filmur02.09.2012 |
| Ljós aftur í skúlanum í Søldarfirði22.082012 |
| Jarðber vaksa væl í Føroyum26.07.2012 |
| Summarfrí 23. juli - 10. aug.03.07.2012 |
| Varðin Pelagic á Tvøroyri10.06.2012 |
| Grundlógardagin skrivstovan stongd04.06.2012 |
| Broytingar í ALS-lógini29.05.2012 |
| Grønar fingrar í Sandavági21.05.2012 |
| Samrøða við Lív Petersen16.05.2012 |
| Vakstrarhúsið í Sandavági07.05.2012 |
| Frítíðarløn03.05.2012 |
| Avgreiðslan stongd flaggdagin24.04.2012 |
| Arbeiðsgevarar í Norðoyggjum12.04.2012 |
| Førleikamenning og arbeiðsmegi29.03.2012 |
| ALS-næmingar prógv12.03.2012 |
| Jólafrí 27. desember - 1. Januar17.12.2012 |
| Vit eru á Facebook12.03.2012 |
| Ráðstevna fyri kvinnur07.03.2012 |
| ALS í Klaksvík29.02.2012 |
| ALS á Kambsdali28.02.2012 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| ALS skal manna Norrönu18.01.2012 |
| Broytingar í ALS-skipanini09.12.2011 |
| 10. floks lærugreinir 20.10.2011 |
| ALS setir segl18.10.2011 |
| Nýggir lærumøguleikar...05.10.2011 |
| Markleys útbúgving12.09.2011 |
| Hvørjum førleikum er tørvur á? 08.09.2011 |
| Skeið í heyst07.09.2011 |
| Nú verður verri at goyma seg12.07.2011 |
| Summarfrí24.06.2011 |
| Frítíðarløn03.05.2011 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| FV-skipanin nú fiskiflotin er lagdur18.01.2010 |
| Ikki atgongd til teldu?12.01.2011 |
| ALS-kortið fer í søguna06.01.2011 |
| Jólafrí 27. - 31. desember20.12.2010 |
| Arbeiðsfólk á Føroya Fiskavirking08.12.2010 |
| Kunning til arbeiðsfólk á Fiskavirking06.12.2010 |
| Møguligt verkfall rakar ikki skrivstovuna hjá ALS26.11.2010 |
| Summarfrí 12.07.2010 |
| Ársroknskapur 200927.05.2010 |
| Kunning til arbeiðsgevarar05.05.2010 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara29.04.2010 |
| Nordjobb28.02.20101 |
| Kunnandi fundur í Kollafirði15.02.2009 |
| Kunnandi fundur á Eiði02.01.2010 |
| Kunnandi fundur í Vestmanna29.01.2010 |
| Jólafrí22.12.2009 |
| Kunngerðir lýstar17.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy10.11.2009 |
| Fundurin í Suðuroy útsettur04.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy02.11.09 |
| 80% óansæð brúkt dagatal 19.10.2009 |
| Nýggj skeiðshøli á ALS07.10.2009 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara25.09.2009 |
| Val av nýggjum stýri fyri ALS14.09.2009 |
| Talið av arbeiðsleysum farið uppum 100009.07.2009 |
| Summarfrí 20. juli - 7. august29.06.2009 |
| Ársroknskapur 200826.06.2009 |
| ALS-lógin lýst11.06.2009 |
| Grundlógardagin er skrivstovan stongd03.06.2009 |
| Nýggj ALS-lóg samtykt15.05.2009 |
| ALS tekur undir við Útivikuni12.05.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl20.04.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl kl. 9.1518.04.2009 |
| Arbeiðsloysið vaks aftur í mars15.04.2009 |
| Nordjobb19.03.2009 |
| Tøkur og uppihalda seg í Føroyum17.03.2009 |
| Arbeiðsloysið vaksið í februar11.03.2009 |
| Vaksandi arbeiðsloysi03.02.2009 |
| Nýggj høli21.01.2009 |
| Endurskoðan av ALS-skipanini21.11.2008 |