 |
|
| 29.03.2012 | Førleikamenning og arbeiðsmegi |
Seinastu tvey árini er talið av arbeiðsleysum í Føroyum vaksið nógv, og kom í november í fjør upp á umleið 1.700 fulltíðararbeiðsleys, ella fýra ferðir so nógv sum í november 2008.
Fyri at fáa betri innlit í viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og fyri at at tryggja, at førleikamenningin hjá Arbeiðsloysisskipanini er í trá við tørvin á arbeiðsmarknaðinum, hava ALS og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning gjørt kanning av, hvør tørvur er á arbeiðsfólki, og hvørjar førleikar hjá arbeiðsfólki vinnuni tørvar.
Kanningin varð gjørd á heysti 2011 millum fyritøkur, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Ætla at seta fleiri fólk í starv
Sambært kanningini ætla nógvar fyritøkur komandi árini at seta fleiri fólk í starv.
Orsøkirnar til hetta eru fleiri. Ein orsøk er, at ein partur av arbeiðsfólkunum fara frá vegna aldur. Ein onnur er, at fyritøkurnar komandi árini hava ætlanir um at vaksa um umsetningin, og hetta krevur fleiri arbeiðsfólk. Nógvar fyritøkur hava eisini ætlanir um at menna nýggjar vørur og at sleppa inn á nýggjar marknaðir – og hetta krevur eisini fleiri arbeiðsfólk.
Kanningin vísir eisini greitt, at føroysku fyritøkurnar hava tørv á útbúnum fólki við serligum førleikum.
Hava tørv á førleikamennandi skeiðum
Umframt tørv á arbeiðsfólki, so varð í kanningini spurt, um fyritøkurnar hava tørv á skeiðum, eftirútbúgving og førleikamenning. Har er niðurstøðan rættiliga greið: Flestu fyritøkur í kanningini siga seg hava tørv á førleikamennandi skeiðum.
Ein trupulleiki tykist tó vera, at fyritøkurnar bert í ávísan mun vita, hvørji skeiðstilboð eru í Føroyum; umframt at tey skeiðstilboð, sum eru, bert lutvíst eru nøktandi fyri fyritøkurnar.
Hóast fyritøkurnar siga seg hava tørv á skeiðum, so er tað tó rættiliga ymiskt, hvussu fyritøkur veruliga raðfesta førleikamenning. Bert helvtin av fyritøkunum senda fólk á førleikamennandi skeið eina ella fleiri ferðir um árið. Hartil hevur ein munandi partur av fyritøkunum ikki sett pening av á fíggjarætlanini til førleikamenning av arbeiðsfólkunum.
Nýggj vitan og styrkt grundarlag
Kanningin gevur nýggja vitan um partar av føroyska arbeiðsmarknaðinum, tá umræður tørvin á arbeiðsfólkum og tørvin á førleikamenning, og hvussu førleikamenning verður raðfest. Eisini gevur kanningin eina mynd av, hvørjar vónir fyritøkur hava til framtíðina, bæði tá ræður um ætlanir at vaksa um umsetningin og at vaksa um talið av arbeiðsfólkum, og tá umræður ætlanum at menna nýggjar vørur og røkka inn á nýggjar marknaðir.
Hjá ALS er kanningin eitt gott amboð í skipanini av virkseminum. Føroyskar fyritøkur skulu komandi árini seta nógv nýggj fólk í starv, og við tí vitanini um, hvat slag av førleikum, tørvur er á, sum henda kanningin gevur, kann ALS neyvari leggja førleikamennandi virksemið til rættis og harvið vera við til at tryggja fyritøkum starvsfólk við røttu førleikunum.
Um kanningina
Kanningin varð gjørd millum fyritøkur, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum umvegis teldupost fingu møguleikan at taka lut í einari spurnarblaðskanning. 109 fyritøkur luttóku í kanningini, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á Fróðskaparsetri Føroya gjørdi í samstarvi við ALS.
Við í kanningini luttóku fyritøkur av flest øllum sløgum, undantikið fyritøkur innan landbúnað, og húsarhaldstænastur. Fyritøkurnar í kanningini høvdu tilsamans góð 2.600 fólk í arbeiði. Fyritøkur innan fiskiskap, umframt lands- og kommunalir stovnar, luttóku ikki í kanningini.
Frágreiðingin kann takast niður á her
.
|
|
|
|
| Frítíðarløn |
| Kunnandi fundur25.03.2013 |
| Nýggjur stjóri settur27.02.2013 |
| 36 umsøkjarar18.02.2013 |
| Rannvá fer víðari18.02.2013 |
| Sveinabræv frá lívsins skúla08.02.2013 |
| Móttøkan avlýst14.01.2013 |
| Nýggjur stýrisformaður14.01.2013 |
| Stjórin á ALS takkar fyri seg09.01.2013 |
| Jólafrí 27. desember - 1. januar17.12.2012 |
| Birkolasj á Tvøroyri12.12.2012 |
| Johan Dahl vitjaði Vakstrarhúsið31.10.2012 |
| Kom og planta blómuleykir30.10.2012 |
| 20-ára ritið03.09.2012 |
| ALS-filmur02.09.2012 |
| Ljós aftur í skúlanum í Søldarfirði22.082012 |
| Jarðber vaksa væl í Føroyum26.07.2012 |
| Summarfrí 23. juli - 10. aug.03.07.2012 |
| Varðin Pelagic á Tvøroyri10.06.2012 |
| Grundlógardagin skrivstovan stongd04.06.2012 |
| Broytingar í ALS-lógini29.05.2012 |
| Grønar fingrar í Sandavági21.05.2012 |
| Samrøða við Lív Petersen16.05.2012 |
| Vakstrarhúsið í Sandavági07.05.2012 |
| Frítíðarløn03.05.2012 |
| Avgreiðslan stongd flaggdagin24.04.2012 |
| Arbeiðsgevarar í Norðoyggjum12.04.2012 |
| Neyvari stýring av førleikamenning30.03.2012 |
| ALS-næmingar prógv12.03.2012 |
| Jólafrí 27. desember - 1. Januar17.12.2012 |
| Vit eru á Facebook12.03.2012 |
| Ráðstevna fyri kvinnur07.03.2012 |
| ALS í Klaksvík29.02.2012 |
| ALS á Kambsdali28.02.2012 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| ALS skal manna Norrönu18.01.2012 |
| Broytingar í ALS-skipanini09.12.2011 |
| 10. floks lærugreinir 20.10.2011 |
| ALS setir segl18.10.2011 |
| Nýggir lærumøguleikar...05.10.2011 |
| Markleys útbúgving12.09.2011 |
| Hvørjum førleikum er tørvur á? 08.09.2011 |
| Skeið í heyst07.09.2011 |
| Nú verður verri at goyma seg12.07.2011 |
| Summarfrí24.06.2011 |
| Frítíðarløn03.05.2011 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| FV-skipanin nú fiskiflotin er lagdur18.01.2010 |
| Ikki atgongd til teldu?12.01.2011 |
| ALS-kortið fer í søguna06.01.2011 |
| Jólafrí 27. - 31. desember20.12.2010 |
| Arbeiðsfólk á Føroya Fiskavirking08.12.2010 |
| Kunning til arbeiðsfólk á Fiskavirking06.12.2010 |
| Møguligt verkfall rakar ikki skrivstovuna hjá ALS26.11.2010 |
| Summarfrí 12.07.2010 |
| Ársroknskapur 200927.05.2010 |
| Kunning til arbeiðsgevarar05.05.2010 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara29.04.2010 |
| Nordjobb28.02.20101 |
| Kunnandi fundur í Kollafirði15.02.2009 |
| Kunnandi fundur á Eiði02.01.2010 |
| Kunnandi fundur í Vestmanna29.01.2010 |
| Jólafrí22.12.2009 |
| Kunngerðir lýstar17.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy10.11.2009 |
| Fundurin í Suðuroy útsettur04.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy02.11.09 |
| 80% óansæð brúkt dagatal 19.10.2009 |
| Nýggj skeiðshøli á ALS07.10.2009 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara25.09.2009 |
| Val av nýggjum stýri fyri ALS14.09.2009 |
| Talið av arbeiðsleysum farið uppum 100009.07.2009 |
| Summarfrí 20. juli - 7. august29.06.2009 |
| Ársroknskapur 200826.06.2009 |
| ALS-lógin lýst11.06.2009 |
| Grundlógardagin er skrivstovan stongd03.06.2009 |
| Nýggj ALS-lóg samtykt15.05.2009 |
| ALS tekur undir við Útivikuni12.05.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl20.04.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl kl. 9.1518.04.2009 |
| Arbeiðsloysið vaks aftur í mars15.04.2009 |
| Nordjobb19.03.2009 |
| Tøkur og uppihalda seg í Føroyum17.03.2009 |
| Arbeiðsloysið vaksið í februar11.03.2009 |
| Vaksandi arbeiðsloysi03.02.2009 |
| Nýggj høli21.01.2009 |
| Endurskoðan av ALS-skipanini21.11.2008 |