 |
|
| 12.03.2012 | ALS-næmingar prógv |
ALS er 20 ár í ár. Endamálið hjá ALS hevur øll hesi árini verið at veita arbeiðsloysisstuðul. Men serliga hetta seinasta árið hevur skipanin vent á ein annan bógv við tað, at ALS hevur savnað seg um at førleikamenna og at fáa fólk í arbeiði, fáa tey í starvsvenjing og áhaldandi at hava samband við arbeiðsgevararnar.
Úrslitið av strembanini hjá ALS at fáa førleikament arbeiðsleys hevur verið at skipa fyri sínum fyrsta tríggjar mánaðaskeiði í føroyskum, enskum og støddfrøði á 10. floksstigi í samstarvi við Kvøldskúlan í Havn og Mentamálaráðið.
Fegin ALS-stjóri
Tá ið ætlanin um at skipa fyri hesum skeiði á 10. floksstigi spratt, hildu fleiri, at tað fór ikki at bera til at fáa í lag. Tað skuldi vera ógvuliga trupult, tí at tað er eitt rættiliga torgreitt mál at seta sær.
Men tað gekk, og tað gekk væl.
Ernst Jacobsen, ALS-stjóri fegnast almikið um ta ótrúligu vælvild, sum Kvøldskúlin hevur víst ætlanini við at útvega royndar lærarar, høli og við at umsita útbúgvingina. Hann er eisini fegin um vælvildina, sum Mentamálaráðið hevur sýnt skeiðnum.
14 næmingar hava fingið prógv eftir at hava staðið eitt strævið og krevjandi skeið, sum hevur stimbrað teir til at koma víðari. Summi ætla sær til dømis í handilsskúla. Onnur ætla sær á HF, og samanumtikið ætlað øll sær okkurt á leiðini framá í samfelagnum. Næmingarnir hava ið hvussu er slept ætlanini um at dvølja í ALS-skipanini, tí eingi onnur útlit eru fyri eini virðiligari tilveru. Henda tilvera er nú vend til eina framasøkjandi stremban eftir at koma víðari.
ALS rindar skeiðið
ALS-skipanin hevur í felag við Kvøldskúlan í Havn og Mentamálaráðið framt sína ætlan í verki við at bjóða arbeiðsleysum á skeið, sum eisini hevur verið eitt tilboð til onnur enn fólk í ALS-skipanini at brúka henda møguleika.
ALS rindar allan kostnaðin av skeiðnum, Kvøldskúlin hevur umsitið tað, og Mentamálaráðið hevur skipað fyri próvtøkuni.
Tríggjar mánaðaskeiðið í føroyskum, enskum og støddfrøði byrjaði í november í fjør og endaði seinast í februar, og fríggjadagin fóru 14 næmingar heim við hvør sínum prógvi. Teir hava staðið eitt skeið, sum eftir øllum at døma verður aftur. Í hvørjum líki tað verður aftur, fara eftirmetingarnar at vísa.
Kelda: vágaportal.fo
|
|
|
|
| Frítíðarløn |
| Kunnandi fundur25.03.2013 |
| Nýggjur stjóri settur27.02.2013 |
| 36 umsøkjarar18.02.2013 |
| Rannvá fer víðari18.02.2013 |
| Sveinabræv frá lívsins skúla08.02.2013 |
| Móttøkan avlýst14.01.2013 |
| Nýggjur stýrisformaður14.01.2013 |
| Stjórin á ALS takkar fyri seg09.01.2013 |
| Jólafrí 27. desember - 1. januar17.12.2012 |
| Birkolasj á Tvøroyri12.12.2012 |
| Johan Dahl vitjaði Vakstrarhúsið31.10.2012 |
| Kom og planta blómuleykir30.10.2012 |
| 20-ára ritið03.09.2012 |
| ALS-filmur02.09.2012 |
| Ljós aftur í skúlanum í Søldarfirði22.082012 |
| Jarðber vaksa væl í Føroyum26.07.2012 |
| Summarfrí 23. juli - 10. aug.03.07.2012 |
| Varðin Pelagic á Tvøroyri10.06.2012 |
| Grundlógardagin skrivstovan stongd04.06.2012 |
| Broytingar í ALS-lógini29.05.2012 |
| Grønar fingrar í Sandavági21.05.2012 |
| Samrøða við Lív Petersen16.05.2012 |
| Vakstrarhúsið í Sandavági07.05.2012 |
| Frítíðarløn03.05.2012 |
| Avgreiðslan stongd flaggdagin24.04.2012 |
| Arbeiðsgevarar í Norðoyggjum12.04.2012 |
| Neyvari stýring av førleikamenning30.03.2012 |
| Førleikamenning og arbeiðsmegi29.03.2012 |
| Jólafrí 27. desember - 1. Januar17.12.2012 |
| Vit eru á Facebook12.03.2012 |
| Ráðstevna fyri kvinnur07.03.2012 |
| ALS í Klaksvík29.02.2012 |
| ALS á Kambsdali28.02.2012 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| ALS skal manna Norrönu18.01.2012 |
| Broytingar í ALS-skipanini09.12.2011 |
| 10. floks lærugreinir 20.10.2011 |
| ALS setir segl18.10.2011 |
| Nýggir lærumøguleikar...05.10.2011 |
| Markleys útbúgving12.09.2011 |
| Hvørjum førleikum er tørvur á? 08.09.2011 |
| Skeið í heyst07.09.2011 |
| Nú verður verri at goyma seg12.07.2011 |
| Summarfrí24.06.2011 |
| Frítíðarløn03.05.2011 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| FV-skipanin nú fiskiflotin er lagdur18.01.2010 |
| Ikki atgongd til teldu?12.01.2011 |
| ALS-kortið fer í søguna06.01.2011 |
| Jólafrí 27. - 31. desember20.12.2010 |
| Arbeiðsfólk á Føroya Fiskavirking08.12.2010 |
| Kunning til arbeiðsfólk á Fiskavirking06.12.2010 |
| Møguligt verkfall rakar ikki skrivstovuna hjá ALS26.11.2010 |
| Summarfrí 12.07.2010 |
| Ársroknskapur 200927.05.2010 |
| Kunning til arbeiðsgevarar05.05.2010 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara29.04.2010 |
| Nordjobb28.02.20101 |
| Kunnandi fundur í Kollafirði15.02.2009 |
| Kunnandi fundur á Eiði02.01.2010 |
| Kunnandi fundur í Vestmanna29.01.2010 |
| Jólafrí22.12.2009 |
| Kunngerðir lýstar17.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy10.11.2009 |
| Fundurin í Suðuroy útsettur04.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy02.11.09 |
| 80% óansæð brúkt dagatal 19.10.2009 |
| Nýggj skeiðshøli á ALS07.10.2009 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara25.09.2009 |
| Val av nýggjum stýri fyri ALS14.09.2009 |
| Talið av arbeiðsleysum farið uppum 100009.07.2009 |
| Summarfrí 20. juli - 7. august29.06.2009 |
| Ársroknskapur 200826.06.2009 |
| ALS-lógin lýst11.06.2009 |
| Grundlógardagin er skrivstovan stongd03.06.2009 |
| Nýggj ALS-lóg samtykt15.05.2009 |
| ALS tekur undir við Útivikuni12.05.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl20.04.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl kl. 9.1518.04.2009 |
| Arbeiðsloysið vaks aftur í mars15.04.2009 |
| Nordjobb19.03.2009 |
| Tøkur og uppihalda seg í Føroyum17.03.2009 |
| Arbeiðsloysið vaksið í februar11.03.2009 |
| Vaksandi arbeiðsloysi03.02.2009 |
| Nýggj høli21.01.2009 |
| Endurskoðan av ALS-skipanini21.11.2008 |