 |
|
| 09.12.2011 | Broytingar í ALS-skipanini |
Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina samtykti á stýrisfundi týsdagin at gera tillagingar í Arbeiðsloysisskipanini.
Síðani Arbeiðsloysisskipanin varð skipað í 1992, hevur hon verið ein munagóður skansi hjá teimum, ið missa arbeiði. Skipanin hevði eina avbjóðandi byrjan, men miðskeiðis í nítiárunum vendi, og tað fór at ganga framá. Síðani 1997 hevur skipanin givið avlop, og við árslok í 2009 hevði skipanin eina eginogn á omanfyri 700 mió. krónur.
Heimsumfatandi búskaparkreppan, sum tók seg upp í 2008, hevði við sær, at gongdin vendi. Fleiri fólk eru vorðin arbeiðsleys, og tá Faroe Seafood læt aftur fyri einum ári síðani, vaks talið av arbeiðsleysum við útivið 50% eftir einum degi.
Síðani er arbeiðsloysið minkað nakað aftur, men er framvegis ov høgt í mun til tað, sum Arbeiðsloysisskipanin ber. Í 2010 hevði Arbeiðsloysisskipanin eitt hall á 112 mió. krónur, og væntandi fer úrslitið í inniverandi ári at tátta í eitt hall á 180 mió. krónur. Harvið fer eginpeningurin við árslok í ár at koma niður ímóti 420 mió. krónum.
Heldur verandi gongd fram, so kann Arbeiðsloyisisskipanin fara at hava eitt hall komandi ár, sum nærkast 200 mió. krónum, og vandi er fyri, at eginognin hjá skipanini verður burtur um stívliga tvey ár.
Skal skipanin framhaldandi vera tann dyggi stuðulin, sum skipanin er í dag, er tí neyðugt at gera broytingar at tryggja eina vælvirkandi skipan – nógv ár inn í framtíðina.
Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina hevur tí samtykt at broyta skipanina soleiðis:
- Inngjaldið verður hækkað við 0,25%-stigum soleiðis, at inngjaldið verður broytt til 1,25%.
Henda broyting verður framd við broyting í kunngerð um inngjald.
- Bíðidagar hava áður verið partur av skipanini. Teir vórðu tiknir burtur við lógarbroytingunum í 2009, men nú verða 10 bíðidagar tiknir inn aftur í skipanina.
Hetta merkir, at tey, sum verða arbeiðsleys, fáa ikki arbeiðsloysisstuðul fyrstu 10 dagarnar eftir, at tey eru vorðin arbeiðsleys.
- Útgjaldið, sum við lógarbroytingunum í 2009 varð hækkað upp í 80% av inntøkuni seinastu tólv mánaðirnar, verður nú broytt aftur, so tað frameftir verður 75% av inntøkuni.
- Mesta útgjald, sum eisini varð broytt í 2009 til 20 tús. krónur um mánaðin, verður nú lækkað soleiðis, at tað mesta, sum ein kann fáa í arbeiðsloysisstuðuli, verður 17.500 krónur um mánaðin.
Broytingarnar í útgjøldunum (pkt. 2-4) krevja lógarbroytingar.
Vinnumálaráðið og ALS fara nú undir at viðgera málið neyvari.
Broytingarnar fara væntandi at betra úrslitið hjá Arbeiðsloysisskipanini við millum 70 og 80 mió. krónum komandi ár.
Stýrið fyri ALS harmast broytingarnar, men ásannar eisini, at tær eru neyðugar til tess at framtíðartryggja skipanina. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum er kunnaður um broytingarnar, og landsstýrismaðurin tekur undir við, at neyðugar broytingar verða framdar.
Tórshavn, tann 9. desember 2011
Arbeiðsloysisskipanin
|
|
|
|
| Frítíðarløn |
| Kunnandi fundur25.03.2013 |
| Nýggjur stjóri settur27.02.2013 |
| 36 umsøkjarar18.02.2013 |
| Rannvá fer víðari18.02.2013 |
| Sveinabræv frá lívsins skúla08.02.2013 |
| Móttøkan avlýst14.01.2013 |
| Nýggjur stýrisformaður14.01.2013 |
| Stjórin á ALS takkar fyri seg09.01.2013 |
| Jólafrí 27. desember - 1. januar17.12.2012 |
| Birkolasj á Tvøroyri12.12.2012 |
| Johan Dahl vitjaði Vakstrarhúsið31.10.2012 |
| Kom og planta blómuleykir30.10.2012 |
| 20-ára ritið03.09.2012 |
| ALS-filmur02.09.2012 |
| Ljós aftur í skúlanum í Søldarfirði22.082012 |
| Jarðber vaksa væl í Føroyum26.07.2012 |
| Summarfrí 23. juli - 10. aug.03.07.2012 |
| Varðin Pelagic á Tvøroyri10.06.2012 |
| Grundlógardagin skrivstovan stongd04.06.2012 |
| Broytingar í ALS-lógini29.05.2012 |
| Grønar fingrar í Sandavági21.05.2012 |
| Samrøða við Lív Petersen16.05.2012 |
| Vakstrarhúsið í Sandavági07.05.2012 |
| Frítíðarløn03.05.2012 |
| Avgreiðslan stongd flaggdagin24.04.2012 |
| Arbeiðsgevarar í Norðoyggjum12.04.2012 |
| Neyvari stýring av førleikamenning30.03.2012 |
| Førleikamenning og arbeiðsmegi29.03.2012 |
| ALS-næmingar prógv12.03.2012 |
| Jólafrí 27. desember - 1. Januar17.12.2012 |
| Vit eru á Facebook12.03.2012 |
| Ráðstevna fyri kvinnur07.03.2012 |
| ALS í Klaksvík29.02.2012 |
| ALS á Kambsdali28.02.2012 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| ALS skal manna Norrönu18.01.2012 |
| 10. floks lærugreinir 20.10.2011 |
| ALS setir segl18.10.2011 |
| Nýggir lærumøguleikar...05.10.2011 |
| Markleys útbúgving12.09.2011 |
| Hvørjum førleikum er tørvur á? 08.09.2011 |
| Skeið í heyst07.09.2011 |
| Nú verður verri at goyma seg12.07.2011 |
| Summarfrí24.06.2011 |
| Frítíðarløn03.05.2011 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| FV-skipanin nú fiskiflotin er lagdur18.01.2010 |
| Ikki atgongd til teldu?12.01.2011 |
| ALS-kortið fer í søguna06.01.2011 |
| Jólafrí 27. - 31. desember20.12.2010 |
| Arbeiðsfólk á Føroya Fiskavirking08.12.2010 |
| Kunning til arbeiðsfólk á Fiskavirking06.12.2010 |
| Møguligt verkfall rakar ikki skrivstovuna hjá ALS26.11.2010 |
| Summarfrí 12.07.2010 |
| Ársroknskapur 200927.05.2010 |
| Kunning til arbeiðsgevarar05.05.2010 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara29.04.2010 |
| Nordjobb28.02.20101 |
| Kunnandi fundur í Kollafirði15.02.2009 |
| Kunnandi fundur á Eiði02.01.2010 |
| Kunnandi fundur í Vestmanna29.01.2010 |
| Jólafrí22.12.2009 |
| Kunngerðir lýstar17.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy10.11.2009 |
| Fundurin í Suðuroy útsettur04.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy02.11.09 |
| 80% óansæð brúkt dagatal 19.10.2009 |
| Nýggj skeiðshøli á ALS07.10.2009 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara25.09.2009 |
| Val av nýggjum stýri fyri ALS14.09.2009 |
| Talið av arbeiðsleysum farið uppum 100009.07.2009 |
| Summarfrí 20. juli - 7. august29.06.2009 |
| Ársroknskapur 200826.06.2009 |
| ALS-lógin lýst11.06.2009 |
| Grundlógardagin er skrivstovan stongd03.06.2009 |
| Nýggj ALS-lóg samtykt15.05.2009 |
| ALS tekur undir við Útivikuni12.05.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl20.04.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl kl. 9.1518.04.2009 |
| Arbeiðsloysið vaks aftur í mars15.04.2009 |
| Nordjobb19.03.2009 |
| Tøkur og uppihalda seg í Føroyum17.03.2009 |
| Arbeiðsloysið vaksið í februar11.03.2009 |
| Vaksandi arbeiðsloysi03.02.2009 |
| Nýggj høli21.01.2009 |
| Endurskoðan av ALS-skipanini21.11.2008 |