 |
|
| 18.10.2011 | ALS setir segl |
Saman við navnframa skiparanum og gastronominum Birgiri Enni sleppa ungdómar nú at snodda til sjólívið umborð á Norðlýsinum.
Birgir Enni hevur langt síðani rist navn sítt fast í minni á øllum føroyingum og talleysum útlendingum. Tey munnu vera fá, sum ikki við góðum byrði hava staðið undir spentu, myrkareyðu seglunum á Norðlýsinum og hava roynt framúr góðu fiskasúpanina hjá Birgiri. Hann hevur ferðast víða, siglt nógv og at matgera er hann knáur sum fáur. Birgir hevur borðreitt fyri høgum sum lágum, og hann hevur av sonnum sligið fast, at hjallurin er á sjónum. Birgir hevur av álvara latið eyguni á føroyingum upp fyri tí tilfeingi, sum liggur næst fyri – fiski, krabba, kræklingi, tara og hópin av øðrum sjógæti. Ja, sjálvt kokkarnir á eini av heimsins allarbestu matstovum, NOMA í Keypmannahavn leita sær til Birgir at fáa íblástur um norðurlendskar rávørur.
Nú stendur føroyskum ungdómi í boði at royna seg saman við Birgiri og hansara monnum umborð á Norðlýsinum. Arbeiðsloysisskipanin hevur gjørt avtalu við Birgir Enni um, at arbeiðsleysir ungdómar skulu fáa høvið at royna seg á einum longri túri við Norðlýsinum. Fyrsti túrurin verður nú í oktober, og hann verður eina lítla viku til longdar, og umborð fara tey at læra at rigga skipið til, læra at sigla við seglum og snodda til sjólívið. Tey fara at matgera saman við einum tí besta kokkinum í landinum – sjálvandi við fiski, sum tey sjálvi fiska og skeljadjórum, sum tey sjálvi kava eftir.
Á túrinum kring Føroyar er eisini ætlanin at vitja ymisk virkir.
Norðlýsið loysir fyrsta túrin av hesum slagi mánadagin 24. oktober, og verður tiltakið væleydnað, er ætlanin at skipa fleiri slíkar túrar.
Ernst Jacobsen, stjóri á ALS heldur, at tørvur er á slíkum øðrvísi tiltøkum fyri at hjálpa teimum ungu fram. “Arbeiðsloysi millum ung er ein serlig avbjóðing, og vit hava skyldu at gera alt tað, vit kunnu fyri at hjálpa teimum ungu á veg. Við hesum sleppa tey ungu at snodda til fleiri ymisk fak, tey læra eitt sindur um lívið á sjónum, tey læra at matgera og sleppa at royna at kava. Tað týdningarmesta av øllum er tó, at tey sleppa at bjóða sosialu avbjóðingunum av, tí luttakararnir fara at búgva umborð á Norðlýsinum saman við manningini, og tað krevur, at øll duga at taka atlit til hvønn annan og at laga seg eftir hvørjum øðrum.”
“Hetta er eitt gylt høvi at royna nýggjar avbjóðingar og at fáa einastandandi upplivingar fyri lívið, og vit á Arbeiðsloysisskipanini eru errin um at kunnu bjóða ungum fólki henda møguleika, og vit vóna, at áhugin fyri hesum átakinum verður stórur.”, sigur Ernst.
Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum, heldur, at tað er av stórum týdningi at geva ungum fólki lívsroyndir, og hann heldur, at Norðlýsið er eitt gott skip til endamálið. “Vit fara at sigla við seglum og virka mat úr sjónum og fjørðuni, og so fara vit eisini at vitja áhugaverd støð”, sigur Birgir Enni og leggur afturat, at tað verður spennandi at vera saman øll umborð á einum skipi, har hvør hevur sínar uppgávur.
|
|
|
|
| Frítíðarløn |
| Kunnandi fundur25.03.2013 |
| Nýggjur stjóri settur27.02.2013 |
| 36 umsøkjarar18.02.2013 |
| Rannvá fer víðari18.02.2013 |
| Sveinabræv frá lívsins skúla08.02.2013 |
| Móttøkan avlýst14.01.2013 |
| Nýggjur stýrisformaður14.01.2013 |
| Stjórin á ALS takkar fyri seg09.01.2013 |
| Jólafrí 27. desember - 1. januar17.12.2012 |
| Birkolasj á Tvøroyri12.12.2012 |
| Johan Dahl vitjaði Vakstrarhúsið31.10.2012 |
| Kom og planta blómuleykir30.10.2012 |
| 20-ára ritið03.09.2012 |
| ALS-filmur02.09.2012 |
| Ljós aftur í skúlanum í Søldarfirði22.082012 |
| Jarðber vaksa væl í Føroyum26.07.2012 |
| Summarfrí 23. juli - 10. aug.03.07.2012 |
| Varðin Pelagic á Tvøroyri10.06.2012 |
| Grundlógardagin skrivstovan stongd04.06.2012 |
| Broytingar í ALS-lógini29.05.2012 |
| Grønar fingrar í Sandavági21.05.2012 |
| Samrøða við Lív Petersen16.05.2012 |
| Vakstrarhúsið í Sandavági07.05.2012 |
| Frítíðarløn03.05.2012 |
| Avgreiðslan stongd flaggdagin24.04.2012 |
| Arbeiðsgevarar í Norðoyggjum12.04.2012 |
| Neyvari stýring av førleikamenning30.03.2012 |
| Førleikamenning og arbeiðsmegi29.03.2012 |
| ALS-næmingar prógv12.03.2012 |
| Jólafrí 27. desember - 1. Januar17.12.2012 |
| Vit eru á Facebook12.03.2012 |
| Ráðstevna fyri kvinnur07.03.2012 |
| ALS í Klaksvík29.02.2012 |
| ALS á Kambsdali28.02.2012 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| ALS skal manna Norrönu18.01.2012 |
| Broytingar í ALS-skipanini09.12.2011 |
| 10. floks lærugreinir 20.10.2011 |
| Nýggir lærumøguleikar...05.10.2011 |
| Markleys útbúgving12.09.2011 |
| Hvørjum førleikum er tørvur á? 08.09.2011 |
| Skeið í heyst07.09.2011 |
| Nú verður verri at goyma seg12.07.2011 |
| Summarfrí24.06.2011 |
| Frítíðarløn03.05.2011 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| FV-skipanin nú fiskiflotin er lagdur18.01.2010 |
| Ikki atgongd til teldu?12.01.2011 |
| ALS-kortið fer í søguna06.01.2011 |
| Jólafrí 27. - 31. desember20.12.2010 |
| Arbeiðsfólk á Føroya Fiskavirking08.12.2010 |
| Kunning til arbeiðsfólk á Fiskavirking06.12.2010 |
| Møguligt verkfall rakar ikki skrivstovuna hjá ALS26.11.2010 |
| Summarfrí 12.07.2010 |
| Ársroknskapur 200927.05.2010 |
| Kunning til arbeiðsgevarar05.05.2010 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara29.04.2010 |
| Nordjobb28.02.20101 |
| Kunnandi fundur í Kollafirði15.02.2009 |
| Kunnandi fundur á Eiði02.01.2010 |
| Kunnandi fundur í Vestmanna29.01.2010 |
| Jólafrí22.12.2009 |
| Kunngerðir lýstar17.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy10.11.2009 |
| Fundurin í Suðuroy útsettur04.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy02.11.09 |
| 80% óansæð brúkt dagatal 19.10.2009 |
| Nýggj skeiðshøli á ALS07.10.2009 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara25.09.2009 |
| Val av nýggjum stýri fyri ALS14.09.2009 |
| Talið av arbeiðsleysum farið uppum 100009.07.2009 |
| Summarfrí 20. juli - 7. august29.06.2009 |
| Ársroknskapur 200826.06.2009 |
| ALS-lógin lýst11.06.2009 |
| Grundlógardagin er skrivstovan stongd03.06.2009 |
| Nýggj ALS-lóg samtykt15.05.2009 |
| ALS tekur undir við Útivikuni12.05.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl20.04.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl kl. 9.1518.04.2009 |
| Arbeiðsloysið vaks aftur í mars15.04.2009 |
| Nordjobb19.03.2009 |
| Tøkur og uppihalda seg í Føroyum17.03.2009 |
| Arbeiðsloysið vaksið í februar11.03.2009 |
| Vaksandi arbeiðsloysi03.02.2009 |
| Nýggj høli21.01.2009 |
| Endurskoðan av ALS-skipanini21.11.2008 |