 |
|
| 05.10.2011 | Nýggir lærumøguleikar... |
Kelda: Dimmalætting
Nýggir lærumøguleikar hjá arbeiðsleysum
Samstarvið millum ALS, Mentamálaráðið og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla gevur nýggjar møguleikar
- Eg haldi hetta er ómetaliga jaligt og skapar nýggjar møguleikar.Samskiparin í Samtak, Sonja Jógvansdóttir, er væl nøgd við teir nýggju útbúgvingarmøguleikarnar, sum nú eru settir í verk fyri arbeiðsleys.
Fyribils er tað bert í Havn, men ALS hevur gjørt eina avtalu við Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla um, at arbeiðsleys kunnu taka stakfak á skúlanum, og hetta kann gerast um dagin.
Fýra av fimm arbeiðsleysum í Føroyum hava ikki miðnámsútbúgving. Fyri at sleppa inn á miðnám er neyðugt at hava eitt gott prógv úr 9. ella 10. flokki. Undirvísingin, sum byrjar 1. november, fer at geva prógv, sum svarar til 10. flokk. Longu í februar verður møguligt at taka prógv.
Mentamálrráðið við
Fyri at gera hetta til eina veruliga førleikamenning er Mentamálaráðið eisini við. Serligir próvspurningar verða gjørdir til royndirnar í februar.
Frá Samtaki halda tey, at hetta hevur avgerandi týdning, at tey arbeiðsleysu fáa møguleika at førleikamenna seg.
- Vit hava ikki havt so nógv arbeiðsloysi seinnu árini, so vit hava heldur ikki havt brúk fyri so nógvum skeiðum. Tí er tað gott at síggja, at ALS er vakið og skapar nýggjar møguleikar, nú fleiri ikki sleppa til arbeiðis, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari.
Ber kostnaðin
ALS ber allan kostnaðin av hesi útbúgvingini.
- Hetta er eitt gylt høvi at nema sær kunnleikar, so til ber at sleppa víðari, heldur Ernst Jacobsen, sum er stjóri á Arbeiðsloysisskipanini.
Sonja Jógvansdóttir vísir á, at mong hava verið nógv ár á arbeiðsmarknaðinum uttan at hava fingið formligar førleikar.Hon vísir á, at í øðrum Norðanlondum verða fólk mett eftir, hvat tey hava gjørt, og so fáa tey góðkendar førleikar eftir tí.
- Eg kundi ynskt mær, at ein slík skipan eisini kom í Føroyum, men hetta er avgjørt eitt stig á vegnum fram, sigur hon.
|
|
|
|
| Frítíðarløn |
| Kunnandi fundur25.03.2013 |
| Nýggjur stjóri settur27.02.2013 |
| 36 umsøkjarar18.02.2013 |
| Rannvá fer víðari18.02.2013 |
| Sveinabræv frá lívsins skúla08.02.2013 |
| Móttøkan avlýst14.01.2013 |
| Nýggjur stýrisformaður14.01.2013 |
| Stjórin á ALS takkar fyri seg09.01.2013 |
| Jólafrí 27. desember - 1. januar17.12.2012 |
| Birkolasj á Tvøroyri12.12.2012 |
| Johan Dahl vitjaði Vakstrarhúsið31.10.2012 |
| Kom og planta blómuleykir30.10.2012 |
| 20-ára ritið03.09.2012 |
| ALS-filmur02.09.2012 |
| Ljós aftur í skúlanum í Søldarfirði22.082012 |
| Jarðber vaksa væl í Føroyum26.07.2012 |
| Summarfrí 23. juli - 10. aug.03.07.2012 |
| Varðin Pelagic á Tvøroyri10.06.2012 |
| Grundlógardagin skrivstovan stongd04.06.2012 |
| Broytingar í ALS-lógini29.05.2012 |
| Grønar fingrar í Sandavági21.05.2012 |
| Samrøða við Lív Petersen16.05.2012 |
| Vakstrarhúsið í Sandavági07.05.2012 |
| Frítíðarløn03.05.2012 |
| Avgreiðslan stongd flaggdagin24.04.2012 |
| Arbeiðsgevarar í Norðoyggjum12.04.2012 |
| Neyvari stýring av førleikamenning30.03.2012 |
| Førleikamenning og arbeiðsmegi29.03.2012 |
| ALS-næmingar prógv12.03.2012 |
| Jólafrí 27. desember - 1. Januar17.12.2012 |
| Vit eru á Facebook12.03.2012 |
| Ráðstevna fyri kvinnur07.03.2012 |
| ALS í Klaksvík29.02.2012 |
| ALS á Kambsdali28.02.2012 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| ALS skal manna Norrönu18.01.2012 |
| Broytingar í ALS-skipanini09.12.2011 |
| 10. floks lærugreinir 20.10.2011 |
| ALS setir segl18.10.2011 |
| Markleys útbúgving12.09.2011 |
| Hvørjum førleikum er tørvur á? 08.09.2011 |
| Skeið í heyst07.09.2011 |
| Nú verður verri at goyma seg12.07.2011 |
| Summarfrí24.06.2011 |
| Frítíðarløn03.05.2011 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| FV-skipanin nú fiskiflotin er lagdur18.01.2010 |
| Ikki atgongd til teldu?12.01.2011 |
| ALS-kortið fer í søguna06.01.2011 |
| Jólafrí 27. - 31. desember20.12.2010 |
| Arbeiðsfólk á Føroya Fiskavirking08.12.2010 |
| Kunning til arbeiðsfólk á Fiskavirking06.12.2010 |
| Møguligt verkfall rakar ikki skrivstovuna hjá ALS26.11.2010 |
| Summarfrí 12.07.2010 |
| Ársroknskapur 200927.05.2010 |
| Kunning til arbeiðsgevarar05.05.2010 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara29.04.2010 |
| Nordjobb28.02.20101 |
| Kunnandi fundur í Kollafirði15.02.2009 |
| Kunnandi fundur á Eiði02.01.2010 |
| Kunnandi fundur í Vestmanna29.01.2010 |
| Jólafrí22.12.2009 |
| Kunngerðir lýstar17.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy10.11.2009 |
| Fundurin í Suðuroy útsettur04.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy02.11.09 |
| 80% óansæð brúkt dagatal 19.10.2009 |
| Nýggj skeiðshøli á ALS07.10.2009 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara25.09.2009 |
| Val av nýggjum stýri fyri ALS14.09.2009 |
| Talið av arbeiðsleysum farið uppum 100009.07.2009 |
| Summarfrí 20. juli - 7. august29.06.2009 |
| Ársroknskapur 200826.06.2009 |
| ALS-lógin lýst11.06.2009 |
| Grundlógardagin er skrivstovan stongd03.06.2009 |
| Nýggj ALS-lóg samtykt15.05.2009 |
| ALS tekur undir við Útivikuni12.05.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl20.04.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl kl. 9.1518.04.2009 |
| Arbeiðsloysið vaks aftur í mars15.04.2009 |
| Nordjobb19.03.2009 |
| Tøkur og uppihalda seg í Føroyum17.03.2009 |
| Arbeiðsloysið vaksið í februar11.03.2009 |
| Vaksandi arbeiðsloysi03.02.2009 |
| Nýggj høli21.01.2009 |
| Endurskoðan av ALS-skipanini21.11.2008 |