Hvør kann søkja?
Tað er ikki neyðugt at hava arbeiðsroyndir. Tey arbeiði, sum Nordjobb bjóðar, eru innan hotell, vallaraheim – sum tænari, umframt goymsluarbeiði og arbeiði á barnagørðum og eldrasambýlum. Tilber ikki at fáa arbeiði í egnum landi, undantikið eru tó finnlendingar, sum kunnu arbeiða í Álandi. Arbeiðsgevarin ger av hvør umsøkjari fær arbeiði. Tú verður lønt/ur sambart galdandi sáttmálum og ert skattkyldug/ur í tí landi, sum tú arbeiðir í. Tú skalt sjálv/ur gjalda ferðing, mat og leigukostnað. Les annars meiri á nordjobb.net.