| 27.05.2010 | Ársroknskapur 2009 |
Broytingar í ALS-lógini
14. mai 2009 samtykti Løgtingið umfatandi broytingar í ALS-lógini, mest týðandi broytingarnar eru m.a., at útgjaldið hækkar upp í 80% av útrokningargrundarlagnum (tó í mesta lagi 20 tús. kr. fyrsta árið og 75% restina av útgjaldsdøgunum), bíðidagarnir fella burtur, útlendingar kunnu eftir umsókn verða frítiknir at rinda ALS-gjald, og skipan verður gjørd til fiskimenn, tá skip verða løgd í longri tíð í samband við umvæling. Lógarbroytingarnar hava við sær, at útgjaldið til arbeiðsleys er økt, og hetta ávirkar rakstrarúrslitið hjá Arbeiðsloysisskipanini og roknað verður við, at ALS kemur at hava hall næstu árini.
Rakstrarúrslit
Rakstrarúrslitið hjá ALS var 17,8 mió. kr. í 2009. Tað er munandi slakari ár enn í 2008, tá úrslitið var 56,2 mió. kr.
Úrslitið av fíggjarpostum var 54 mió. kr. í 2009 samanborið við minus 24,1 mió. kr. í 2008. Bruttovinningurin, sum er munurin millum inngjøld, útreiðslur til arbeiðsleys og aðrir kostnaðir, var minus 26,8 mió. kr. í mun til 87,9 mió. kr. í 2008. Eginognin øktist upp í góðar 713,9 mió. kr. við ársenda 2009.
Inngjøldini til ALS vóru tilsamans 137,3 mió. kr. í 2009 sammett við 141,2 mió. kr. árið fyri. Tað er ein lækking upp á 2,7 prosent. ALS-gjaldið var seinast broytt 1. juli 2004, tá tað var sett til eitt prosent av lønini fyri arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar, og tað hevur sostatt verið tað sama í 2008 og 2009.
Hægri útgjald
Í 2009 rindaði ALS tilsamans 135,4 mió. kr. í vanligum arbeiðsloysisstuðli. Hetta talið var 31,8 mió. kr. í 2008.
Útgjaldið til arbeiðsfólk á fiskavirkjum var 17,7 mió. í 2009 í mun til 13,8 mió. í 2008.
Í 2009 rindaði ALS tilsamans 157,3 mió. kr. í útgjøldum til vanligan arbeiðsloysisstuðul, fiskavirkisskipanina, førleikamenning og í arbeiðsmarknaðargjøldum, sum eru partur av vanliga arbeiðsloysisstuðlinum og stuðlinum umvegis fiskavirkisskipanina. Samlaðu útgjøldini vóru 46,8 mió. kr. í 2008.
Arbeiðsloysið 2009
Við árslok 2009 fingu 1.277 persónar vanligt útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini, og við byrjan av árinum vóru tað 549 persónar. Tað merkir, at talið á persónum, sum fingu vanligt útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini, við árslok 2009 var 5,4 % av arbeiðsfjøldini, við árslok 2008 var arbeiðsloysið 1,8%.
Í 2009 vóru tað í miðal 956 fólk pr. skeið, ið fingu vanligan arbeiðsloysisstuðul frá Arbeiðsloysisskipanini. Tey, sum fingu vanligt útgjald, fingu í miðal útgoldið kr. 11.155 um mánaðin. Meðan tey, sum fingu útgjald ígjøgnum fiskavirkisskipanina, í miðal fingu útgoldið kr. 3.404 um mánaðin. Somu upphæddir í 2008 vóru ávikavist kr. 9.030 fyri vanligu skipanina og kr. 2.959 fyri fiskavirkisskipanina.
Stóri vøksturin í arbeiðsloysinum umframt lógarbroytingarnar í juni 2009 hevði við sær, at útgjaldið í vanligu skipanini í 2009 var meira enn trýfalt so høgt sum í 2008.
Øll arbeiðstøk í Føroyum eru skrásett í arbeiðsávísingini á alnetinum, starv.fo. Arbeiðsgevarar kunnu leita eftir fólki í skipanini, eins og teir eisini beinleiðis kunnu lýsa eftir fólki á starv.fo. Fólk, sum leita sær eftir nýggjum starvi, kunnu eisini skráseta seg í skipanini, sum higartil hevur roynst væl.
Millum 50 og 80 lýsingar liggja vanliga á starv.fo, og 1200-1300 ymiskir brúkarar vitja skipanina hvørja viku.
Útlitini fyri 2010
Heimsumfatandi búskaparkreppan, sum herjaði í 2008 og 2009 á fíggjarmarknaðunum, er linkað í 2010, og tekin eru um, at vøkstur aftur fer at vera í alheimsbúskapinum í 2010. Í Føroyum merkist niðurgongdin í búskapinum eisini orsakað av minkandi veiðunøgdum í fiskiskapinum og lægri prísum, hetta grundað m.a. at fíggjarkreppan hevur elvt til stórt arbeiðsloysi og stórar búskaparligar trupulleikar á fleiri týdningarmiklum marknaðum hjá Føroyum so sum Bretland, Spania og Italia.
Arbeiðsloysið var í miðal í 2009 3,8%. Við endan av mars 2010 er arbeiðsloysið 6,1%, og Landsbankin metir, at arbeiðsloysið kann koma uppá 6-7% í miðal fyri árið 2010. Økta arbeiðsloysið sæst í flest øllum vinnugreinum, uttan innan alivinnu, fíggjarvinnu og almenna geiran. Arbeiðsloysisskipanin hevur eftir lógarbroyting í 2009 økt útgjaldið munandi til hvønn arbeiðsleysan. Hetta saman við tí, at arbeiðsloysi eisini er í grannalondunum, kann hugsast at gera, at fráflytingin ikki verður so stór, og at arbeiðsloysið verður nakað størri annars. Hinvegin ger hægra arbeiðsloysisveitingin, at inntøkumissurin verður knapt so stórur við at gerast arbeiðsleysur.
Bæði minni fráflyting, sum gevur fleiri brúkarar, og hægri veiting til hvønn brúkara mótvirka minking í nýtsluni.
Útlitini hjá Arbeiðsloysisskipanini fyri 2010 eru tengd at, hvussu stórt arbeiðsloysið verður. Skipanin er fíggjarliga væl fyri at møta vaksandi arbeiðsloysinum. Hægri útgjald sambært nýggju ALS-lógini og hægri arbeiðsloysi hevur økt útgjaldið til arbeiðsleys, og væntandi verður hetta enn hægri í 2010. Arbeiðsloysisskipanin metir, at skipanin í 2010 fer at hava hall.
Sí annars ársroknskapin fyri 2009 við samanberingartølum fyri 2008 her og hagtøl her.
|
|
|
|
| Frítíðarløn |
| Kunnandi fundur25.03.2013 |
| Nýggjur stjóri settur27.02.2013 |
| 36 umsøkjarar18.02.2013 |
| Rannvá fer víðari18.02.2013 |
| Sveinabræv frá lívsins skúla08.02.2013 |
| Móttøkan avlýst14.01.2013 |
| Nýggjur stýrisformaður14.01.2013 |
| Stjórin á ALS takkar fyri seg09.01.2013 |
| Jólafrí 27. desember - 1. januar17.12.2012 |
| Birkolasj á Tvøroyri12.12.2012 |
| Johan Dahl vitjaði Vakstrarhúsið31.10.2012 |
| Kom og planta blómuleykir30.10.2012 |
| 20-ára ritið03.09.2012 |
| ALS-filmur02.09.2012 |
| Ljós aftur í skúlanum í Søldarfirði22.082012 |
| Jarðber vaksa væl í Føroyum26.07.2012 |
| Summarfrí 23. juli - 10. aug.03.07.2012 |
| Varðin Pelagic á Tvøroyri10.06.2012 |
| Grundlógardagin skrivstovan stongd04.06.2012 |
| Broytingar í ALS-lógini29.05.2012 |
| Grønar fingrar í Sandavági21.05.2012 |
| Samrøða við Lív Petersen16.05.2012 |
| Vakstrarhúsið í Sandavági07.05.2012 |
| Frítíðarløn03.05.2012 |
| Avgreiðslan stongd flaggdagin24.04.2012 |
| Arbeiðsgevarar í Norðoyggjum12.04.2012 |
| Neyvari stýring av førleikamenning30.03.2012 |
| Førleikamenning og arbeiðsmegi29.03.2012 |
| ALS-næmingar prógv12.03.2012 |
| Jólafrí 27. desember - 1. Januar17.12.2012 |
| Vit eru á Facebook12.03.2012 |
| Ráðstevna fyri kvinnur07.03.2012 |
| ALS í Klaksvík29.02.2012 |
| ALS á Kambsdali28.02.2012 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| ALS skal manna Norrönu18.01.2012 |
| Broytingar í ALS-skipanini09.12.2011 |
| 10. floks lærugreinir 20.10.2011 |
| ALS setir segl18.10.2011 |
| Nýggir lærumøguleikar...05.10.2011 |
| Markleys útbúgving12.09.2011 |
| Hvørjum førleikum er tørvur á? 08.09.2011 |
| Skeið í heyst07.09.2011 |
| Nú verður verri at goyma seg12.07.2011 |
| Summarfrí24.06.2011 |
| Frítíðarløn03.05.2011 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| FV-skipanin nú fiskiflotin er lagdur18.01.2010 |
| Ikki atgongd til teldu?12.01.2011 |
| ALS-kortið fer í søguna06.01.2011 |
| Jólafrí 27. - 31. desember20.12.2010 |
| Arbeiðsfólk á Føroya Fiskavirking08.12.2010 |
| Kunning til arbeiðsfólk á Fiskavirking06.12.2010 |
| Møguligt verkfall rakar ikki skrivstovuna hjá ALS26.11.2010 |
| Summarfrí 12.07.2010 |
| Kunning til arbeiðsgevarar05.05.2010 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara29.04.2010 |
| Nordjobb28.02.20101 |
| Kunnandi fundur í Kollafirði15.02.2009 |
| Kunnandi fundur á Eiði02.01.2010 |
| Kunnandi fundur í Vestmanna29.01.2010 |
| Jólafrí22.12.2009 |
| Kunngerðir lýstar17.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy10.11.2009 |
| Fundurin í Suðuroy útsettur04.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy02.11.09 |
| 80% óansæð brúkt dagatal 19.10.2009 |
| Nýggj skeiðshøli á ALS07.10.2009 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara25.09.2009 |
| Val av nýggjum stýri fyri ALS14.09.2009 |
| Talið av arbeiðsleysum farið uppum 100009.07.2009 |
| Summarfrí 20. juli - 7. august29.06.2009 |
| Ársroknskapur 200826.06.2009 |
| ALS-lógin lýst11.06.2009 |
| Grundlógardagin er skrivstovan stongd03.06.2009 |
| Nýggj ALS-lóg samtykt15.05.2009 |
| ALS tekur undir við Útivikuni12.05.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl20.04.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl kl. 9.1518.04.2009 |
| Arbeiðsloysið vaks aftur í mars15.04.2009 |
| Nordjobb19.03.2009 |
| Tøkur og uppihalda seg í Føroyum17.03.2009 |
| Arbeiðsloysið vaksið í februar11.03.2009 |
| Vaksandi arbeiðsloysi03.02.2009 |
| Nýggj høli21.01.2009 |
| Endurskoðan av ALS-skipanini21.11.2008 |