| 26.06.2009 | Ársroknskapur 2008 |
Arbeiðsloysið byrjaði at hækka seinnu hálvu 2008
Arbeiðsloysið í Føroyum hevur verið minkandi síðan februar 2005, men í juli 2008 vendi gongdin, og arbeiðsloysið fór at vaksa aftur.
Við árslok 2008 fingu 513 persónar vanligt útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini, og við byrjan av árinum vóru tað 301 persónar. Tað merkir, at talið á persónum, sum fáa vanligt útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini við árslok 2008 vóru 1,8 % av arbeiðsfjøldini, við árslok 2007 var arbeiðsloysið 1,3%. Samanborið við grannalond okkara høvdu Føroyar næst lægsta arbeiðsloysi í norðanlondum við árslok 2008, einans Noreg hevði eitt lægri arbeiðsloysi.
Øll arbeiðstøk í Føroyum eru skrásett í arbeiðsávísingini á alnetinum, starv.fo, sum fór í luftina í 2006. Arbeiðsgevarar kunnu leita eftir fólki í skipanini, eins og teir eisini beinleiðis kunnu lýsa eftir fólki á starv.fo. Fólk, sum leita sær eftir nýggjum starvi, kunnu eisini skráseta seg í skipanini, sum higartil hevur roynst væl.
Millum 60 og 110 lýsingar liggja vanliga á starv.fo, og 1100-1200 ymiskir brúkarar vitja skipanina hvørja viku.
Lægri útgjald
Hóast talið av persónum, ið fáa útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini, er vaksið í 2008, er miðalarbeiðsloysið lægri í 2008 enn í 2007, og hetta sæst aftur í útgjaldinum frá ALS. Í 2008 rindaði ALS tilsamans 31,8 milliónir krónur í vanligum arbeiðsloysisstuðli. Hetta talið var 34,7 milliónir krónur í 2007, og tað er ein minking upp á 8,4 prosent.
Útgjaldið til arbeiðsfólk á fiskavirkjum er lítið broytt í 2008 sambanborið við 2007, útgjaldið var 13,8 mió. í 2008 í mun til 13,4 mió. í 2007.
Í 2008 rindaði ALS tilsamans 45,6 milliónir krónur í útgjøldum til vanligan arbeiðsloysisstuðul, fiskavirkisskipanina, førleikamenning og í arbeiðsmarknaðargjøldum, sum eru partur av vanliga arbeiðsloysisstuðlinum og stuðlinum umvegis fiskavirkisskipanina. Samlaðu útgjøldini vóru 48,1 mió. kr. í 2007, og her er talan um 5,3% í minking frá 2007 til 2008.
Rakstrarúrslit
Rakstrarúrslitið hjá ALS var 56,2 milliónir krónur í 2008. Tað er munandi slakari ár enn í 2007, tá úrslitið var 93,6 milliónir krónur. Orsøkin til at úrslitið gjørdist verri eru fíggjarpostarnir, sum gjørdust minus 24,1 mió. kr. í 2008 samanborið við 15,4 mió. kr. í 2007. Tekniska úrslitið var annars betri í 2008 enn í 2007. Eginognin øktist upp í góðar 696,2 milliónir krónur við ársenda 2007.
Inngjøldini til ALS vóru tilsamans 141,2 milliónir krónur í 2007 sammett við 140,1 milliónir krónur árið fyri. Tað er ein hækking upp á 0,7 prosent. ALS-gjaldið var seinast broytt 1. juli 2004, tá tað var sett til eitt prosent av lønini fyri arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar, og tað hevur sostatt verið tað sama í 2007 og 2008.
Sí annars ársroknskapin fyri 2008 við samanberingartølum fyri 2007 her. Møguligt er somuleiðis at síggja hagtøl her.
Nýggjan bygning
Í oktober 2008 keypti Arbeiðsloysisskipanin ein bygning á Tinghúsvegnum í Tórshavn til at húsast í. Talan er um ein bygning, sum er bygdur í 1989. Bygningurin liggur væl fyri í miðbýnum, og við ábøtum er hann vælegnaður til at hýsa virkseminum hjá Arbeiðsloysisskipanini.
Útlitini fyri 2009
Heimsumfatandi búskaparkreppan tók seg av álvara upp í september 2008 og hevur spjatt seg til fíggjarmarknaðirnar kring heimin.
Arbeiðsloysið var í miðal í 2008 1,3%. Við endan av apríl 2009 er arbeiðsloysið 3,4% og Landsbankin metir, at arbeiðsloysið kann koma uppá 4% í miðal fyri árið 2009.
14. mai 2009 samtykti Løgtingið umfatandi broytingar í ALS-lógini, mest týðandi broytingarnar eru m.a. at útgjaldið hækkar upp í 80% av útrokningargrundarlagnum (tó í mesta lagi 20 tús. kr. fyrsta árið og 75% restina av útgjaldsdøgunum), bíðidagarnir fella burtur, útlendingar kunnu eftir umsókn verða frítiknir at rinda ALS-gjald, og skipan verður gjørd til fiskimenn, tá skip verða løgd í longri tíð í samband við umvæling. Lógarbroytingarnar hava við sær, at útgjaldið til arbeiðsleys verður økt, og kemur hetta at ávirka rakstrarúrslitið hjá Arbeiðsloysisskipanini og kemur skipanin at hava hall nøkur ár.
Vísandi til at egingognin er slakar 700 mió. kr., er skipanin væl fyri at taka ímóti einum øktum arbeiðsloysi.
|
|
|
|
| Frítíðarløn |
| Kunnandi fundur25.03.2013 |
| Nýggjur stjóri settur27.02.2013 |
| 36 umsøkjarar18.02.2013 |
| Rannvá fer víðari18.02.2013 |
| Sveinabræv frá lívsins skúla08.02.2013 |
| Móttøkan avlýst14.01.2013 |
| Nýggjur stýrisformaður14.01.2013 |
| Stjórin á ALS takkar fyri seg09.01.2013 |
| Jólafrí 27. desember - 1. januar17.12.2012 |
| Birkolasj á Tvøroyri12.12.2012 |
| Johan Dahl vitjaði Vakstrarhúsið31.10.2012 |
| Kom og planta blómuleykir30.10.2012 |
| 20-ára ritið03.09.2012 |
| ALS-filmur02.09.2012 |
| Ljós aftur í skúlanum í Søldarfirði22.082012 |
| Jarðber vaksa væl í Føroyum26.07.2012 |
| Summarfrí 23. juli - 10. aug.03.07.2012 |
| Varðin Pelagic á Tvøroyri10.06.2012 |
| Grundlógardagin skrivstovan stongd04.06.2012 |
| Broytingar í ALS-lógini29.05.2012 |
| Grønar fingrar í Sandavági21.05.2012 |
| Samrøða við Lív Petersen16.05.2012 |
| Vakstrarhúsið í Sandavági07.05.2012 |
| Frítíðarløn03.05.2012 |
| Avgreiðslan stongd flaggdagin24.04.2012 |
| Arbeiðsgevarar í Norðoyggjum12.04.2012 |
| Neyvari stýring av førleikamenning30.03.2012 |
| Førleikamenning og arbeiðsmegi29.03.2012 |
| ALS-næmingar prógv12.03.2012 |
| Jólafrí 27. desember - 1. Januar17.12.2012 |
| Vit eru á Facebook12.03.2012 |
| Ráðstevna fyri kvinnur07.03.2012 |
| ALS í Klaksvík29.02.2012 |
| ALS á Kambsdali28.02.2012 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| ALS skal manna Norrönu18.01.2012 |
| Broytingar í ALS-skipanini09.12.2011 |
| 10. floks lærugreinir 20.10.2011 |
| ALS setir segl18.10.2011 |
| Nýggir lærumøguleikar...05.10.2011 |
| Markleys útbúgving12.09.2011 |
| Hvørjum førleikum er tørvur á? 08.09.2011 |
| Skeið í heyst07.09.2011 |
| Nú verður verri at goyma seg12.07.2011 |
| Summarfrí24.06.2011 |
| Frítíðarløn03.05.2011 |
| Nordjobb18.02.2012 |
| FV-skipanin nú fiskiflotin er lagdur18.01.2010 |
| Ikki atgongd til teldu?12.01.2011 |
| ALS-kortið fer í søguna06.01.2011 |
| Jólafrí 27. - 31. desember20.12.2010 |
| Arbeiðsfólk á Føroya Fiskavirking08.12.2010 |
| Kunning til arbeiðsfólk á Fiskavirking06.12.2010 |
| Møguligt verkfall rakar ikki skrivstovuna hjá ALS26.11.2010 |
| Summarfrí 12.07.2010 |
| Ársroknskapur 200927.05.2010 |
| Kunning til arbeiðsgevarar05.05.2010 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara29.04.2010 |
| Nordjobb28.02.20101 |
| Kunnandi fundur í Kollafirði15.02.2009 |
| Kunnandi fundur á Eiði02.01.2010 |
| Kunnandi fundur í Vestmanna29.01.2010 |
| Jólafrí22.12.2009 |
| Kunngerðir lýstar17.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy10.11.2009 |
| Fundurin í Suðuroy útsettur04.11.2009 |
| Kunnandi fundur í Suðuroy02.11.09 |
| 80% óansæð brúkt dagatal 19.10.2009 |
| Nýggj skeiðshøli á ALS07.10.2009 |
| ALS sett nýggjan deildarleiðara25.09.2009 |
| Val av nýggjum stýri fyri ALS14.09.2009 |
| Talið av arbeiðsleysum farið uppum 100009.07.2009 |
| Summarfrí 20. juli - 7. august29.06.2009 |
| ALS-lógin lýst11.06.2009 |
| Grundlógardagin er skrivstovan stongd03.06.2009 |
| Nýggj ALS-lóg samtykt15.05.2009 |
| ALS tekur undir við Útivikuni12.05.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl20.04.2009 |
| Tíðindafundur 20. apríl kl. 9.1518.04.2009 |
| Arbeiðsloysið vaks aftur í mars15.04.2009 |
| Nordjobb19.03.2009 |
| Tøkur og uppihalda seg í Føroyum17.03.2009 |
| Arbeiðsloysið vaksið í februar11.03.2009 |
| Vaksandi arbeiðsloysi03.02.2009 |
| Nýggj høli21.01.2009 |
| Endurskoðan av ALS-skipanini21.11.2008 |