Leitar tú eftir arbeiði í summar í Norðurlondum?
Verkætlanin Nordjobb ynskir at menna samstarvið við norðurlondini og harvið økja kunnleikan um norðurlendsk mál og mentan.
Nordjobb:
Hvør kann søkja?
Tað er ikki neyðugt at hava arbeiðsroyndir.
Tey arbeiði, sum Nordjobb bjóðar, eru innan hotell, vallaraheim – sum tænari, umframt goymsluarbeiði og arbeiði á barnagørðum og eldrasambýlum.
Tilber ikki at fáa arbeiði í egnum landi, undantikið eru tó finnlendingar, sum kunnu arbeiða í Álandi.
Arbeiðsgevarin ger av hvør umsøkjari fær arbeiði.
Tú verður lønt/ur sambart galdandi sáttmálum og ert skattkyldug/ur í tí landi, sum tú arbeiðir í.
Tú skalt sjálv/ur gjalda ferðing, mat og leigukostnað. Les annars meiri á nordjobb.net.