|
|
 |
|
|
 |
 |
 |
Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
|
|
 |
|
|
 |
Útgjald til fiskimenn í samband við umvæling av fiskifari
Sambært nýggju lógini um Arbeiðsloysistrygging og ávísing frá 25. mai 2009 ber nú til hjá fiskimonnum, sum eru við fiskiskipum, sum hava veiðuloyvið, og sum verða løgd vegna umvælingar, at fáa útgjald ALS:
“§ 20a. Fyri fiskimenn, sum eru við fiskiskipum, sum hava veiðiloyvi sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og sum verða løgd vegna umvælingar, verður arbeiðsloysisstuðul goldin eftir 30 dagar, frá tí at skipið varð lagt, hóast setanarliga tilknýtið millum fiskimannin og reiðaríið ikki er av. Goldið verður í mesta lagi fyri 60 útgjaldsdagar. Fyri hvørjar kr. 1.000,-, sum útrokningargrundarlagið hjá fiskimanninum fer upp um upphæddina, nevnda í § 16, stk. 2, minkar útgjaldið við 0,5 prosentstigum.”
Útgjaldið verður roknað við støði í A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar. Fyrstu 253 útgjaldsdagarnar fæst 80% av A-inntøku upp til kr. 240.000 seinastu 12 mánaðirnar.
Fyri útgjaldsdagar eftir 253 fæst 75% av A-inntøkuni seinastu 12 mánaðinar upp til kr. 240.000
Um A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar er hægri enn 240.000 kr., verður sambært §20 A-inntøkan skorið sum talvan vísir niðanfyri.
<>>
| A-inntøka seinastu 12 mánaðirnar tilsamans |
kr 240.000 |
kr 300.000 |
kr 350.000 |
kr 400.000 |
kr 425.000 |
kr 440.000 |
|
|
|
|
|
|
|
| Fyrstu 253 útgjaldsdagar |
|
|
|
|
|
|
| Útgjald fyrstu 253 útgjaldsdagar |
kr 16.000 |
kr 14.000 |
kr 9.000 |
kr 4.000 |
kr 1.500 |
kr 0 |
| |
|
|
|
|
|
|
| Útgjald eftir fyrstu 253 útgjaldsdagar |
|
|
|
|
|
|
| Útgjald um mánaðin |
kr 15.000 |
kr 12.750 |
kr 9.000 |
kr 4.000 |
kr 1.500 |
kr 0 |
Talvan niðanfyri vísir, hvussu útgjaldið verður skorið, um A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar er hægri enn kr. 240.000

|
|
 |
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|